Lýsing
Lýsing
Í vikuni, sum kemur, fer tað at vera lágætt fyri ein stóran part, men eisini høgætt onkran dag. Einki brúgvlag við regni fyrr enn í vikuskiftinum, tó kann tað regna í støðum, har ættin er til tað. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  17.07.2022 - 13:02 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum stendur fyri framman, fara veik lágtrýst at ferðast ímóti okkum. Leiðin liggur ímillum Ísland og Føroyar, og Føroyar fara tí at merkja veðrið vestan fyri sjálva miðjuna. Har plagar ættin at liggja ímillum útsynning og landsynning.

Tá ið lágtrýstini eru farin burtur frá okkum, er høgætt, meðan vit bíða eftir tí næsta.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Útsynningur, 2 – 5 m/s; seinnapartin landsynningur, 1 – 3 m/s. Skýggjað og turt.

Hitin fer at liggja um tey 10 stigini.

Týsdag: Landsynningur sunnan, 5 – 10 m/s; um kvøldið sunnan, 3 til 8 m/s. Skýggjað allan dagin. Regn um náttina og út á morgunin. Eftir tað er turt.

Hitin fer at liggja um 10 – 12 stig.

Mikudag: Vestan um náttina og fyrrapartin, 2 til 7 m/s. Seinnapartin útnyrðingur, 2 til 7 m/s. Skýggjað ella sólglottar og turt fyri tað mesta.

Hitin fer at liggja um 10 – 12 stig.

Hósdag: Útnyrðingur, um náttina 2 – 7 m/s, men hann veksur vindin eitt sindur út á dagin, upp í 5 til 10 m/s. Um kvøldið er aftur minni vindur. Skýggjað ella sólglottar og yvirhøvur turt í veðrinum.

Hitin fer at liggja um 7 – 10 stig.   

Fríggjadag: Útnyrðingur um náttina og út á fyrrapartin, 1 – 3 m/s; seinnapartin sunnan, 2 – 7 m/s. Klárt og sólglottar og yvirhøvur turt.

Hitin fer at liggja um 8 – 10 stig.

Leygardag: Sunnan um náttina og út á fyrrapartin, 1 – 3 m/s; seinnapartin vestan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og turt og ælaveður út á kvøldið.

Hitin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Sunnudag: Útnyrðingur fyrra partin av degnum, 2 – 7 m/s; út á dagin landsynningur, 1 – 3 m/s. Skýggja og regn meginpartin av degnum.

Hitin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin