Lýsing
Lýsing
Eitt sindur kaldari fyrra partin av vikuni, turt og klárt sunnanfyri; skýggjað norðanfyri. Tá ið hálva vikan er runnin, er aftur lýggjari. Yvirøhvur turt alla vikuna, tó undantikið leygarnáttina og eitt sindur út á morgunin. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.07.2022 - 12:58 Tíðindi Veðrið

Fyrra partin av vikuni, sum kemur, fer luft at reka ímóti Føroyum av leiðunum langt norðan fyri okkum. Tí er eitt sindur kalt næstu 3 dagarnar ella so. Tað er eitt lagtrýst við strendur Vesturnoregs, sum dregur luftina til sín.

Eftir tað fer myntrið í veðrinum, vit hava havt í summar, at endurtaka seg.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Norðan og útnyrðingur norðan, 8 – 12 m/s. Skýggjað norðanfyri, annars sólglottar í støðum og yvirhøvur turt.

Hitin mánadagin fer at liggja um 8 til 10 stig.   

Týsdag: Útnyrðingur norðan, seinnapartin gongur hann niður í vestan, 5 m/s. Skýggjað, men eisini sólglottar og fyri tað mesta turt.

Hitin týsdagin fer at liggja um 9 til 11 stig.   

Mikudag: Útsynningur, undir 5 m/s. Sólglottar, tó skýggjað í støðum og turt.

Hitin mikudagin fer at liggja um 9 til 11 stig.   

Hósdag: Útsynningur sunnan, undir 5 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt.

Hitin hósdagin fer at liggja um 9 til 11 stig.   

Fríggjadag: Sunnan, seinni landsynningur, 5 m/s, seinni 5 til 10 m/s. Skýggjað og sólglottar og yvirhøvur turt.

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 9 til 11 stig.   

Leygardag: Ímillum landsynning sunnan og útsynning sunnan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn um náttina og út á morgunin. Eftir tað er ælaveður.

Hitin leygardagin fer at liggja um 10 til 12 stig.   

Sunnudag: vestan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður.

Hitin sunnudagin fer at liggja um 10 til 12 stig.   

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…