Lýsing
Lýsing
Thorvald Danielsen uttast til vinstru saman við Steffan Rosenlund (14) og Jóhan Arna Elisson Wang (11) úr Mjølnir. Cristian Imhoff venjari hjá Mjølnir er hjálparvenjari hjá A-landsliðnum | Mynd: Jóhann Lützen

Thorvald: Hetta er David ímóti Goliat

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.08.2022 - 14:00 Ítrottur Tíðindi

Soleiðis ljóða útlitini hjá føroyingum til flogbóltsdystin ímóti Belgia í kvøld. Thorvald Danielsen er bæði liðskipari hjá Mjølni og liðskipari á føroyska flogbóltslandsliðnum. Norðlýsið hitti hann á hotellinum, har flogbóltslandsliðið nú situr og bíðar eftir, at landsdysturin byrjar klokkan 19 í kvøld.

Venjingin er av, og í løtuni hvíla landsliðsleikararnir seg frammanundan dystinum. Teir hava etið væl í morgun, og í dag sleppa teir til fysioterapi, ið hava tørv á tí, og annars verður bíðað í spenningi eftir dystarbyrjan. Áðrenn tað verður ein videokonferansa á skrá.

Væntanirnar til dystin og til belgiska landsliðið eru fyrst og fremst, at belgisku leikararnir fara at iva upp til stórfavorittleiklutin hjá sær. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru við til europeisku undankappingina, og Thorvald hevur føturnar niðri á jørðini, tá hann sigur, at Føroyar eru underdogs ímóti stóru flogbóltstjóðini Belgia. Dysturin verður trupul fyri føroyingar, men tað eigur at vera so, leggur Thorvald dent á.

- “Vit eru David móti Goliat, og tað eru vit greiðir yvir”, sigur landsliðsskiparin. David vann tó á Goliat, og tað er tí møguleikanum, føroyingar fara at spæla fyri. “Har er altíð ein møguleiki”, sigur tann sera royndi Thorvald Danielsen. “Vit hava roynt at spælt móti góðum landsliðum, men hetta er eitt heilt annað støði”, sigur hann, og tí er tað avmarkað, hvat royndirnar kunnu brúkast til. “Hesum støðinum hava vit ikki roynt at spælt á fyrr”, leggur hann dent á.

Thorvald Danielsen heldur tað vera púra beint, at Flogbóltssambandið hevur meldað føroysk lið til altjóða kappingar. “Tað er gamaní stór mótstøða, vit fara at fáa”, sigur hann orðarætt, “men tað er heilt sikkurt rætta stigið”. Hetta tí at vit síggja, hvat skal til fyri at standa seg. Fótbólturin og kanska serliga hondbólturin hava gjørt tað sama, og har hevur tað verið rætta avgerðin at taka.

Tá komið verður inn á ítøkiligu avbjóðingina, ið er dysturin í kvøld, so er landsliðsskiparin realistiskur og sigur, at tað at vinna verður sera trupult. Einasti møguleikin er ein kombinatión av, at føroyska landsliðið rakar sítt toppniveau í kvøld, meðan belgiska liðið ikki rakar sítt og tí ikki ger sítt besta. Á pappírinum eru belgiarar nógv sterkari, meðan føroyingarnir eiga at fokusera uppá góðar móttøkur og góðar servir, sigur Thorvald.

- “Um ella tá vit fáa momentum, mugu vit brúka tað, eins og vit mugu minimera okkara feilir”, sigur Thorvald Danielsen at enda, og leggur afturat, at føroyingarnir ikki kunnu kappast uppá hædd, tí belgisku leikararnir eru sum heild hægri enn føroyingarnir. “Alt ber til, og vit eru sjálvandi ordiliga spentir at møta einum liði, vit hava sæð nógv upp til. Serliga fyri teir ungu leikararnar”, ljóða seinastu orðini.

Dysturin í kvøld verður klokkan 19 føroyska tíð, ið er klokkan 20 lokala tíð í Belgia og sæst her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hugleið­ingar um Føroyingahavnina
Klaksvíkar Badminton­felag tilmeldingarda…
Hugurin at vitja Kalsoynna er framvegis…
Sigrun Gunnarsdóttir listaframsýning í N…
Ikki rætt á Djúpumýru í morgun
Thorvald vakt ans uttanlanda
Undirsjóvarakvarium
Ein sera stórur tunfiskur á Sjómannadegn…
Ráðstevna: Miðlar á vegamóti
Flogbóltsk­vinnu­r­nar byrja nú Eurovolley…
Vágin kókaði í gjárkvøldið
Skúlin byrjar aftur hósdagin
ÍSF bjóðar aftur til Skúla­leikir
Svim um vágna
Ægir tilmeldingardag
Børnini í Vestmanna skúla hava uppiborið…
VistGrøði hevur fingið nethandil
Ferðalagið hjá kvinnunum er komið til Ky…
Við Føroya Sjómannadegi og Erlu Kongsdót…
Sjómannadagur úti í Klaksvík