Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fjepparafjøldin hjá KÍ hevur altíð verið stór. Skaldið skrivar: Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð, tá standa øll saman og rópa á KÍ!!!! | Mynd: Oliver Joensen

Í ár skal tað verða!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.08.2022 - 11:12 Ítrottur Leiðarin

Her standa vit – á tromini til stórbæri. Her stóðu vit eisini í 2020, eftir sannførandi at hava sigrað á teimum stóru, og hiðani sóu vit inn í Lovaða Landið. Vit gingu á villinistíggjum, har ongin áður hevði slóðað, og komu nærri tindinum enn nakrantíð.

 

Okkara stríðsmenn kundu av sonnum halda høvur høgt, tá teir vendu heimaftur, og síðani hevur at kalla alt snúð seg um at røkka í minsta lagi somu tindum og kanska meir. Vit tosa sjálvandi um okkara stolta flaggskip, Klaksvíkar Ítróttarfelag, ið stendur á gáttini at røkka dreymamálinum um at kunna luttaka í europeiska bólkaspælinum.

Møguliga flugu vit ov nær sólini tá í 2020, men ongin okkara sá tað sum eitt niðurlag. Úrslitið var betri enn nakrantíð áður, og nú er slóðað fyri, at komandi árgangir kunnu røkka somu hæddum og kanska gera tað uppaftur betur. Løtan er komin, og møguleikin er her.

Dreymurin um europeiska bólkaspælið er serliga dreymurin hjá Mikkjali Thomassen, høvuðsvenjara. Eftir øllum sólarmerkjum at døma stýrir KÍ fyrst og fremst eftir at koma langt í Europa, og alt annað kemur í aðru røð. Ikki tí; KÍ liggur sanniliga eisini væl fyri í bæði steypakapping og landskapping, men Conference League, ið er nógv mest spennandi í ár.

Útlit vóru fyri einum knúsandi niðurlagi niðri í Kosovo. Vælsmurda álopsmaskinan FC Ballkani stóð til at vinna stórsigur, tá ið Mathias Rosenørn á triðja sinni noyddist inn í málið eftir bóltinum. Men okkara menn mistu ongantíð vónina, og stríðsviljin og sigursviljin vardu til tað seinasta. Úrslitið gjørdist minst møguliga tapið; eitt tap, ið væl kann vendast.

Støddfrøðiliga hevur FC Ballkani betra útgongdsstøðið, tí teir føra við hesum einstaka málinum. Men ítróttur er ikki støddfrøði. KÍ veit kanska betri enn nakar annar frá heimligu steypakappingini í 2019, hvussu strævin ein leiðsla uppá eitt einstakt mál frá fyrra dystinum kann órógva tann seinna.

Fyri KÍ er setningurin greiður – “vinn ella forsvinn”. Mótstøðuliðið má hinvegin gera upp við seg sjálvt, um tað skal leypa á ella verja, og noyðist helst at gera bæði í senn. Hetta ger, at KÍ fer at leypa á við øllum, liðið hevur – um ikki frá byrjan, so seinni – tí har er heilt einfalt ongin annar møguleiki.

Hiðani skal tí ljóða ein áheitan á allar góðar kreftir í Føroyum: Komið fjølment og talrík á Tórsvøll hóskvøldið og latið okkum stuðla KÍ út í odd og egg! Eisini tit, ið halda við øðrum føroyskum feløgum – í Conference League mugu vit standa saman allan vegin um øll tey luttakandi føroysku liðini. Um ikki fyri KÍ’sa skuld, so fyri tykkara egnu – jú betri úrslit í Europa, jú fleiri føroysk feløg kunnu røkka europeiskari luttøku.

Dysturin hóskvøldið er tann mest umráðandi higartil í ár. Verður hann vunnin, er “bert” ein snávingarsteinur eftir. Megnar KÍ at vinna bæði hendan dystin og snávingardystin, verður týdningarmesti kapittulin í føroyskari fótbóltssøgu skrivaður. Latum okkum øll gera okkara til, at hann kann skrivast.

KOYR Á, KÍ!!!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð