Lýsing
Lýsing

Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum foreldrum ella maka

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.08.2022 - 16:32 Tíðindi

Í heyst bjóðar Títt Rúm eitt tilboð til foreldur, ið eru í barsil við pinkubørnum. Talan er um ókeypis bólk til tín, sum er uppvaksin við einum foreldri, sum hevur ella hevur havt rústrupulleikar. Harumframt er hann til tín, sum hevur ein maka, ið rúsar seg á ein hátt, sum ger, at tú gerst stúrin um familjulívið.

– Vit byrjaðu okkara fyrsta barsilsbólk á vári 2022 sigur Beinta Atladóttir, sálarfrøðingur hjá Títt Rúm. Vit sóu ein tørv og valdu at royna. Tey luttakandi vóru glað fyri tilboðið, og tí ynskja vit at halda fram.

Bólkurin er um morgunin ella tíðliga um dagin, og pinkubørnini eru við. Vognar kunnu standa inni í garðinum, og foreldrini kunnu hava babyalarmar inn við í bólk. Madrassur og leikur liggja á gólvinum til børnini, og ofta sita vit á gólvinum og tosa, so foreldrini kunnu sita hjá børnunum. Í barsilsbólkunum seta pinkubørnini dagsskránna.

Eftir summarfrítíðina byrja nýggir bólkar hjá Títt Rúm. Við serkønari hjálp frá fakfólki, kanst tú í bólkinum trygt tosa við onnur, sum skilja tína støðu.

Les meira um bólkarnar á www.tittrum.fo/tilbod/bolkar ella set teg í samband við okkum á tittrum@blakross.fo ella á tlf. 770709, um tú ynskir at vita meira. Tilmeldingarfreistin er 1. september 2022.

Les meir um virksemið hjá Títt Rúm á www.tittrum.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem skírisdag í Varpinum
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald