Sjómannadagur í familjunnar tekni
Føroya Sjómannadagur er nú endiliga á skrá eftir at hava verið í sóttarhaldi í tvey ár. Og stórur saknur hevur verið í honum. Sjómannadagurin er tiltak, har fokus verður sett á okkara fiskivinnu, veitaravinnu á sjónum og sjóvinnu sum heild, men har familjan er snúningsásin. Tað er fyrst og fremst vegna barnafamiljurnar, at valt er at hava øll tiltøk ókeypis.
Sjómannadagurin byrjaði fyri 15 árum síðani sum eitt lítið tiltak, ið sum navnið sigur bert vardi ein dag. Men skjótt komu fyriskipararnir eftir, at tað var alt ov lítið við bert einum degi fyri at kunna rúma øllum tiltøkunum, ið høvdu tilknýti til sjóvinnuna, og skráin vaks skjótt til at vera bróðurpartin av eini viku. Í ár er hon so vaksin til eina fulla viku, har tiltøkini spenna frá mánadegi 15. august til og við sunnudagin 21. august.
Skráin er um at bresta, og ógjørligt verður at tríva í bara helmingin av henni á hesum avmarkaða plássi. Nevnast kann tó, at mánadagin 15. verður framløga um fornminni við Borðoyavík, hósdagin 16. verður gongdin hjá skipabólkunum gjøgnumgingin út í æsir av grannskoðaravirkinum NUMO, fríggjadagin er stóra vatnkríggið á skránni, og leygardagurin er á tremur við quizzum, kappingum, tiltøkum og framsýningum annars. Alla vikuna verða ymiskar forkunnugar framsýningar kring um í býnum.
Kunnið tykkum um skránna á heimasíðuni hjá Norðlýsinum ella í blaðnum, sum verður borið út hósdagin og fríggjadagin.
Tá ið sagt verður, at talan er um ein familjufagnað eins væl og ein sjómannafagnað, eru tað ikki ber orð. Skipað verður nevniliga fyri rógving á flakum, eitt sjórænaraskip kemur á vitjan undir leiðslu av sjálvasta Kaptajn Gardar, og hevur hann matrósin Stampi afturat sær at hugna sær saman við børnunum. Umframt tað verður tiltakið Vilt á Sjónum eins og áðurnevnda vatnkríggj.
Høvuðsdenturin hjá fyriskiparunum liggur á, at alt á sjómannadegnum skal vera ókeypis. Men stórur dentur verður eisini lagdur á, at tiltøkini øll eru rúsfrí, og her er tað, at Sjómannadagurin er øðrvísi frá øðrum líknandi tiltøkum so sum summarstevnum, søkum og festivalum. Hetta hava fyriskipararnir fyrst og fremst gjørt fyri børnini. Og tað bilar púrt onki, tí sum nevnt er føroyska summarið á tremur við øðrum tiltøkum, har rúsdrekka er ein partur.
Við at hyggja í skránna sæst, at hon fyrst og fremst býður upp á tað kenda og roynda. Og uttan iva fara vit at síggja eina mannamúgvu “Úti í Klaksvík”, har bíðirøðin eftir fish & chips møguliga fer at seta met í ár. Vit fara at ganga umborð á skip, vit fara at hyggja at fiskakørum, og til tey mentaðu eru fleiri listaframsýningar at fara til. Alt í alt fáa vit nú okkara góðu gomlu sjómannadagar aftur, og tað er av sonnum kærkomið.
Merkisvert er, at eitt av teimum heilt stóru trekkplástrunum fyri Føroya Sjómannadag, Fiskivinnutingið, er minkað niður í tríggjar persónar, ið eru verturin, Jón Brian Hvidtfeldt, og so núverandi og fyrrverandi fiskimálaráðharrarnir Árni Skaale og Høgni Hoydal. Hetta verður í øllum førum ikki fiskivinnutingið, sum vit kenna tað, men tað avspeglar kanska, at umstøðurnar kring fiskivinnuna nú eru komin í so fasta legu, at tað ikki er neyðugt við eins stórum hóvastáki og breiðum kjakum.
“Hvorom alting er” vilja vit á Norðlýsinum ynskja øllum at vera hjartaliga vælkomnum á Føroya Sjómannadag 2022!”.