Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein sera stórur tunfiskur á Sjómannadegnum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.08.2022 - 15:50 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í november í 2021, ringdi John Mikkelsen, skipari á Gøtunes til mín og segði, at teir høvdu fingið ein sera stóran tunfisk, sum hjáveiðu á hesum túrinum í norskum sjógvi. John spurdi um Føroya Sjómannadagur vildi hava hann. Tað vildu vit sjálvandi og eru ógvuliga takksamir fyri, at skip og manningar hugsa um Føroya Sjómannadag, eisini í dagliga strevinum umborð.

John Mikkelsen segði, at hann kundi leggja tunfiskin til frystingar á Pelagic á Tvøroyri. Soleiðis bleiv gjørt, og nú hevur Pelagic fyri fáum døgum síðani, sent okkum tunfiskin.

Fiskurin verður framsýndur leygardagin á Føroya Sjómannadegi. Vit hava viga og mált hann. Hann vigar 726 pund og er 280 centimetrar langur.

Vit takka Varðanum, Pelagic og ikki minst John Mikkelsen, skipara fyri stóra fongin til Føroya Sjómannadag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði