Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gerið Fiskivinnutingið óneyðugt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.08.2022 - 11:10 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at fiskivinnupolitikkurin hevur verið heitasta eplið í føroyskum politikki síðani í 2007, tá fiskiloyvini vórðu uppsøgd. So umstríddur hevur hann verið, at elsta stríðseplið – samband ella sjálvstýri – er sett til viks. Í dag er tað ikki loysing, ið skilir vøtnini, men býtispolitikkurin. Býtispolitikkurin av fiskatilfeingi. 

 

Síðani tá hevur Føroya fólk gingið í tveimum øðrum bólkum enn vant, og tað hevur politiska skipanin endurspeglað. Eftir valið í 2015 allieraðu vinstravendu flokkarnir Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin seg við nakrar búskaparfrøðingar í miðstaðarøkinum og Framsókn, samstundis sum teir distanseraðu seg frá serliga Fólkaflokkinum, men eisini frá vinnulívinum og útjaðaranum. Nú skuldi fiskurin býtast øðrvísi, og verandi aktørar stóðu til at missa nógv.

Tá ið vit hyggja at søguni, so hava bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin staðið sterkir í Norðoyggjum og Eysturoy. Í dag eiga hesir flokkar sínámillum bert eittans umboð her norðuri; eitt umboð, ið enntá er varafólk. Hvussu man tað bera til? Orsøkin er tann sama sum í fullveldisspurninginum, bert í einum minni skala: Norðoyggjar og Eysturoy vilja klára seg sjálvar! 

Gjøgnum árini hava vit verið vitni til eina øgiliga miðsavning av fólksins ogn í miðstaðarøkinum. Útreiðslurnar hjá Landskassanum til virksemi í Havn eru farnar spolandi upp eftir, og meira enn ein milliard landsskattakrónur eru brúktar í Havn bara seinastu tvey valskeiðini. Og tað er høvuðsorsøkin til, at vit, ið eru búsitandi í Norðoyggjum og Eysturoynni, hava eina gullreina samvitsku, hvat viðvíkir fiskirættindum, ið eru og verða tillutað reiðaríum í hesum økjunum báðum. 

Talan er stutt og greitt um eina kontravekt, tá ið tað kemur til býti av landsins virðum. Havnin og miðstaðarøkið fáa munandi meira enn sín rímiliga lut á útreiðslusíðuni á løgtingsfíggjarlógini, og afturfyri hava útjaðaraøkini í Føroyum atgongd til ta rávøruna, ið teimum tørvar fyri at tað kann vera liviligt úti kring landið. Hetta er í øllum førum áskoðanin norðantil í Føroyum – fiskirættindini skulu viga upp ímóti, at Landskassan brúkar tað mesta av “sínum” pengum í Havn.  

Møguliga størsti óttin fyri fiskivinnunýskipanini, ið CEF-samgongan stóð fyri í 2015-2019, var, at eisini fiskiríkidømið endaði í Havn, ið sostatt fekk bæði í posa og sekk, meðan tað gjørdist øskukalt í útjaðaranum í Føroyum. Helst ikki rávøran sjálv, men avkastið av henni hevði farið í stórapott í Landskassanum, ið sum nevnt – og skjalfest – brúkar meginpartin av sínum pengum í Suðurstreymoy. Tað mátti ikki henda, og m.a. tí mobiliseraði útjaðarin veruliga í 2019 og fekk CEF-samgonguna felda.

 

 

Í dag valdar meira friður kring fiskivinnuna, og tað er helst bara gott. Fiskivinnan fungerar í tí stóra og heila væl í dag, tó at tað altíð er okkurt, ið kann betrast. 

Spurningurin er tí, um tað ikki er at buka deyða ryssu ella at grava eina óneyðuga stríðsøks upp aftur, tá ið tað framhaldandi verður skipað fyri Fiskivinnutingi á Føroya Sjómannadegi, Torradøgum ella báðum. Áttu Javnaðarflokkurin, Framsókn og Tjóðveldi ikki at fingið frið, heldur enn at verða noyddir at verja eina gamla skipan, ið er deyð og jarðað? Skulu teir í allar ævir hoyra uppá, at teir taptu? Og hevði vinnulívið ikki heldur viljað havt frið, enn at skula vart seg á Skúlatrøð tvær ferðir um árið? Hesir eru allir retoriskir spurningar, tó at tað er kanska ikki fullvist, at svarið er “Ja”. 

Nú fáa vit aftur eitt løgtingsval, kanska í ár, men helst komandi ár. Tað er eitt upplagt høvi at reinsa luftina. Blokkpolitikkurin við fiskivinnuósemjuni sum snúningsása hevur effektivt forðað fyri, at vit føroyingar hava kunnað staðið saman um onnur stórmál. Vit sóu í radaramálinum, at bert fragment av Fólkaflokkinum stóð saman við Tjóðveldi og Framsókn aftanfyri fullveldissjónarmiðið um, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Og á hinum vonginum fekk Javnaðarflokkurin seg ikki til at stuðla Sambandsflokkinum í sama máli.  

Tíðin er komin at leggja fiskivinnuósemjuna aftur um okkum og at hyggja frameftir. Ja, ein kann siga, at aktørarnir í fiskivinnuni sigraðu. Onkur annar kann siga, at Norðoyggjar sigraðu, at Eysturoy sigraði, ella at høgravongurin sigraði. Onki av hesum er nøkur katastrofa, tí tað er púra legitimt at vera vinnulívsmaður m/k eins og at vera norðoyingur ella eysturoyingur. Í tí stóru myndini er tað onki forgjørt í, at einstakir sigrar falla hesum økjum og vinnugreinum í lut. 

Ella skal kanska ongin fullveldissamgonga nakrantíð aftur kunna síggja dagsins ljós, tí Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen ella Christian Andreasen enn vevjast í einum máli, sum í roynd og veru varð avgreitt fyri trimum árum síðani? 

Vit eiga at endurskoða spurningin um, hvørt tað er gagnligt at seta spurnartekin við fiskivinnulóggávuna tvær ferðir árliga. Møguliga eigur komandi Fiskivinnuting at vera tað seinasta av slagnum?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…