Lýsing
Lýsing

Hygg eisini at kommunuskatti og almennum útreiðslum, Oskarsson

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.08.2022 - 11:30 Leiðarin Politikkur Vinna

Í aftursvari til grein her í blaðnum vil Hermann Oskarsson vera við, at eysturoyingar og norðoyingar ikki hava upplivað nevniverdan framburð av, at fiskirættindini í stóran mun verða latin fyritøkum í økjunum. Men próvførslan er so sum so. Hon er ikki skeiv, men alt verður ikki tikið við. Til dømis verður ikki hugt at kommunuskatti ella býtinum av almennum størvum og lønum. Tað er neyðugt at hava við, skal málaða myndin vera rættvís.

 

Hermann Oskarsson skrivar í aftursvari sínum, at býtið av fiskiríkidøminum ikki hevur givið tann vøkstur í Eysturoynni og Norðoyggjum, sum hann sigur Norðlýsið hava sagt, at økini bæði fingu. Til at prógva tað nýtir hann tølini hjá Hagstovuni um inntøkur, arbeiði og fátækraváða, og alt gott um tað. Niðurstøðurnar, hann kemur við, eru samfelagsfrøðiliga sera áhugaverdar. Men hví verður als ikki hugt at kommunuskatti og býtinum av almennum størvum og lønum á løgtingsfíggjarlógini?

Onki er at ivast í, at kommunurnar í lokaløkjunum sanniliga uppliva, at tað dryppar á deknin, sum Oskarsson orðar tað. Tær fáa trivaligar inntøkur av tí privata virkseminum hjá fyritøkunum við fiskirættindum. Og sum vit í blaðnum fleiri ferðir hava víst á, ber til at síggja býtið av náttúrutilfeingi sum kontravekt til býtið av útreiðslum á løgtingsfíggjarlógini.

Í svari til §52a-fyrispurning á Løgtingi, sum Bill Justinussen, tingmaður, í 2019 setti Kristinu Háfoss, táverandi landsstýriskvinnu, kom fram, at hóast tey ymisku økini gjalda umleið tað inn til landskassan í inntøkuskatti, sum svarar til fólkatalið í økjunum, so er himmalvíður munur á, hvussu nógv tey fáa út í hinum endanum. Alt svarið kann lesast á https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9315 , og gott hevði verið, um Oskarsson tók tað við, tá hugt varð eftir býtinum av ríkidømi Føroya.

 

 

Í svarinum frá landsstýriskvinnuni stendur, at Norðoyggjar guldu 12% av tí landsskatti, sum Landskassin fekk inn árini 2016 og 2017. Streymoy rindaði 41%. Sum tann gløggi lesarin sær, so svarar hetta á leið til íbúgvatalið í økjunum báðum. Ikki heilt, men tað líður væl. Meðan Streymoyggin fekk 56%, 85% og 86% av útreiðslunum hjá Landsverki ávikavist árini 2016, 2017 og 2018, samstundis sum Norðoyggjar fingu ávikavist 24%, 7% og 3%. Eysturoyggin var fyri uppaftur størri vanbýti og fekk 7%, 3% og 4% somu ár. Myndin er ófullfíggjað, tí talan er bert um útreiðslurnar til “bygningar, vegir, havnir, flogferðslu og tunlar”, men tendensurin er púra greiður. Nógv mest dettur niður í Suðurstreymoy, meðan útjaðaraøkini bert fáa (sukur)molar.

Umframt útreiðslunum til íløgur, sum lesast kann um í nevnda aftursvari, kundi Oskarsson eisini hóskandi hugt at, hvussu ymisku økini í landinum eru leskað við almennum størvum og harvið við almennum lønum. Her hava vit ikki dagførd tøl, men tølini frá 2015 tala sína týðiligu mynd. Tá skrivaði Lasse Klein, fyrrverandi tingmaður og landsstýrismaður, at av teimum 4.442 almennu ársverkunum liggja 3.192 í Streymoynni (72%), og av teimum 1.750.748.865 krónunum, ið landið rindaði út í almennum lønum, fullu tær 1.269.986.290 niður í Streymoynni (73%). Greinin hjá Lassa Klein kann lesast her: http://oyggjatidindi.com/hvi+olukkan+er+eysturoyggin+afturursilgd.html .

 

 

At enda vil Hermann Oskarsson gera seg til vin við Sandoynna og Suðuroynna. Tað er rætt, at hesi bæði økini ikki hava fingið lut í tí búskaparvøkstri, sum Føroyar annars hava sæð. Men tað er altso ikki bara galdandi fyri býtið av náttúrutilfeingi, men sanniliga eisini fyri løgtingsfíggjarlógina. Og leisturin við uppboðssølu, sum Oskarsson hevur verið ídnasti forsprákarin fyri, hevði avgjørt ikki hjálpt Sandoynni og Suðuroynni, tí í eini uppboðssølu er tað altíð tann ríkasti og hægstbjóðandi, ið fær. Vit fingu eisini prógvað í 2018 og 2019, at tað ikki vóru sandoyingar ella suðuroyingar, ið fingu rættindi á uppboðssølu.

Uppboðssølan, sum m.a. Oskarsson mælti til, er roynd í verki. Verandi aktørar keyptu so at siga alt, og vit fingu sostatt ongantíð eina øðrvísi fordeiling. Peningastovnarnir vildu ikki veita lán til íløgur við so stórari óvissu, og tað merkti, at bara longu existerandi aktørar fingu keypt nakað. Tað eru tí krokodillutár, Oskarsson grætur vegna Sandoynna og Suðuroynna. Uppboðssølan gav teimum onki. Í staðin fingu vit eitt sirkus við menningarkvotum, sum var tann reina farsa. Onkrar menningarkvotur máttu dragast inn aftur, onkrar blivu ikki fiskaðar, til aðrar tíðir máttu móttakararnir lata gomlu aktørarnar fiska fyri seg, eins og vit sóu lastbilaflutning á miðari nátt úr øki í annað. Tað reina kaos. Kann nakar vilja aftur til hetta?

Forsprákararnir fyri uppboðssøluni søgdu sjálvir, at við henni fóru tey best egnaðu at fáa rættindini, so um uppboðssølan prógvaði nakað, var tað, at fiskirættindini liggja best hjá verandi aktørum. So tað er ikki har, vit eiga at seta inn; at tikið rættindi frá teimum, ið hava roynst sum tey best egnaðu á uppboðssølunum, kann væl ómøguligt vera tað, Oskarsson mælir til?

Vilja vit hjálpa Suðuroynni og Sandoynni, og tað vilja vit vónandi øll, so eiga vit heldur at arbeiða fyri, at ein størri partur av løgtingsfíggjarlógini fellur í teirra lut.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…