Lýsing
Lýsing

Hví er bummgjald fyri at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum?

SKRIVAÐ: Magna Joensen  |  05.09.2022 - 09:23 Lesarabrøv Politikkur

Øll vita, hví bummgjaldið var neyðugt, tá Vágatunnil skuldi gerast. Tað er bara at lesa uppruna lógina og serliga viðmerkingarnar - sum siga alt. Hóast lógin varð góðkend av øllum tinglimum í 1988, so var mótstøðan stór – eisini frá løgtingslimum.

So lógin bleiv broytt – ikki bara eina ferð:
Microsoft Word - 018.99 um fast samband um Vestmannasund.doc (logting.fo)

 

Enn duga nøkur løgtingsfólk ikki at skilja hetta:
”Ætlaði kostnaðurin var 240 mió. krónur í 1999-prísum uttan byggirentu og fíggjarkostnað. Endaligi kostnaðurin gjørdist 280 mió. kr. íroknað byggirentur og fíggjarkostnað.[3]. Føroya Løgting játtaði 160,3 mió. krónur til tunnilsgerðina árini 1998-2005[4]. Restin verður fíggjað við brúkaragjaldi. 

Hví skulu bileigarar so gjalda hasi bummgjøldini?
Tann einasta grundgeving er, at løtingið vil kradda sær inntøkur og dámar at fara eftir teimum, ið ikki fáa vart seg. - Tað verður eisini kallað happing. - og er kent alla staðni frá. Serliga hjá teimum, ið vilja vísa sítt vald.

Verðinssøgan hevur fleiri dømi um, har valdshavarar fara eftir teimum veiku og verjuleysu.
 T.d. Nero fór eftir teimum kristnu. Hitler serliga eftir jødum. So skuldu heksir brennast. Enn verða kvinnur kúgaðar og steinaðar til deyðis.   - Og so er tað sjálvandi mafian.

 

Kanska er sjómaðurin úr Suðuroy vanur við at hava rukkur umborð, at flenna og gera gjøldur úr øðrum.Tað ynskti hann eisini at brúka, nú hann fekk annað vald.
Løgmaður hansara saman við øðrum tóku við fagnaði undir við illgerðini.

Tey seinastu árini hava vit havt aðra politiska stjórn. Nýggi landsstýrismaðurin, sum fyrst hevði ábyrgd av landsvegakervinum, gjørdi tað einasta rætta,:

 

 

Men hatta gekk ikki, tí eisini í hesu samgongu sita tey óndu, sum halda onnur fyri spott við sambandsløgmanni á odda.

Spurningurin er so, hvussu leingi óndu politikkararnir ynskja at spotta og flenna at teimum veiku, ið ikki fáa vart seg.
Spotta tey, sum gjørdu væl og eina góðgerð fyri alt fólkið.

Vit mugu bara ásanna, at sjálvur Hans Andrias Djurhuus kendi lindið hjá teimum óndu:

 

Mangt í heiminum er vánt at kenna,
alt tað besta heldist fyri spott;
minst tó til, at tá tey óndu flenna,
skalt tú halda hjarta reint og gott.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysku fólka­tingsumboð­ini kunnu avgera…
Heygabúðin 40 ára føðingardag
Útróðurin í dag
Øll mugu hava ráð til grøna orkuskiftið
Trupul fólk stjala tíð og eru orsøk til…
Loyvið okkum at arbeiða við góðari samvi…
Trý ivamál í KÍ-hópinum til 2023
125 krónur í skattalætta
Veðrið í vikuni
Mjølnir vann 3-1 á Fleyr
Hundavenjing uppi á Fossum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á NSÍ
Bjartalíð heldur høga stigið
Fíggjarmála­ráð­har­rin: Skilagott at dagfø…
Ferjur um vágna í Klaksvík
Son Of Fortune skjýtur FríðuTó­nar í gong…
Upptakt: NSÍ-KÍ
Durita best í september
Bollarnir á KSS
Ein fjórðingur av løgukrónu­num enda í No…