Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stýrið fyri LOA hevði valt at leggja tveir stýrisfundir í Føroyum og komu tey higar síðsta mánadag og fóru avstað aftur í dag. | Mynd: Dávur Winther

LOA á vitjan í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  07.09.2022 - 17:35 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Lokale- og Anlægsfonden leggur seg eftir at stuðla ítróttar-, frítíðar-, úti- og mentanarlívi. Teir umsita og játta millum 80 og 90 mill hvørt ár til ymiskar verkætlanir.

Peningurin, sum grunnurin umsitir, kemur einamest frá happadráttarsølu innan ítrótt - veddingartænastuni.

Í stýrinum sita sjey limir: Carl Christian Ebbesen, formaður, Tina Saaby, arkitektur, Katja Moesgaard, Lars Stentoft, sum eru tilnevnd av mentamálaráðharranum - Frans Hjort Hammer valdur av Danmarks Idrætsforbund, Nels Petersen, valdur av DGI og Helle Friis Kristiansen, vald av Dansk Firmaidræts bestyrelse.

Stýrið hevði valt at leggja tveir stýrisfundir í Føroyum og komu tey higar síðsta mánadag og fóru avstað aftur í dag.

Fyrrapartin í gjár vitjaðu tey Bylgjuni í Runavík og eisini skótahúsið, sum tey bæði hava stuðlað. Eisini sóu Gulu Smiðju og vóru kunnað um svimjihylin, ætlanin er at byggja í Runavík.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri og Sølvi R. Hansen, mentanarleiðari vóru vertir á ferðini.

Mentanarhúsið

Síðani gekk leiðin til Klaksvíkar um miðdagsleitið, har Jóhanna C. Christiansen, forkvinna fyri grunnin, mentanarhús í Klaksvík og Karl H. Johansen, borgarstjóri tóku ímóti.

Boðið varð til ábit í býráðssalinum, har eisini varð kunnað um ymiskt í Klaksvík í vinnu- og mentanarligum høpi – ymiskar verkætlanir – serliga við atliti at mentanarhúsinum, sum LOA hevur stuðlað við 9 mill. Eisini varð kunnað um møguligar aðrar verkætlanir, sum liggja í kortinum, LOA kann stuðla.

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur og Dávur Winther, byggiharraumboð og skrivari í stýrinum, greiddu frá verkætlanini handan mentanarhúsið. Eisini varð farið inn í Mentanarhúsið at hyggja, hvussu har gekk.

Stjórin í LOA, Jon Gerner og Jakob Færch, menningarráðgevi vóru eisini við í ferðini, og hava teir verið í mentanarhúsinum seint í februar í ár, har teir vildu síggja hvussu byggingini leið.

Tað var kanska eitt sindur eyðmýkjandi, men mátti eg geva stjóranum í LOA-grunninum, Jon Gerner, rætt, tá ið hann stillisliga segði mær við myndigum yvirbrá: ”Der er sgu ikke sket meget siden sidst, vi var her”!

Kanska kunna Korona, hækkandi tilfarsprísir, inflatión og seinkaðar leveringstíðir av vørum og byggitilfari hava ein part av skuldini, men ikki alla! Tað hevur hent í so lítið við byggingini í seinastuni og tíðarætlanin er tíverri útskotin nakað, sum vit harmast um.

Stýrið fyri LOA hitti eisini stjóran í Kommunufelaginum, Eyðun Christansen, har ymisk hugskot vórðu vend. LOA og Kommunufelagið hava m.a. arbeitt saman um eina verkætlan at kann trivnaðin millum ung í Føroyum.

LOA verkætlanir

LOA hevur m.a. stuðlað róðrarhúsinum í Sandavági, um- og útbygning sjónleikarahúsinum í Havn, baðihúsið í Tjaldavík, róðrarfelagið, Fjørður við vatnítrótti s.s. vetrarbaðing ella dypping, Mentanarhúsinum í Klaksvík, Skótahúsið í Runavik og fimleikarhøllina, Bylgjan.

Oftani, tá ið LOA er við í eini verkætlan, vilja tey hava ávirkan á, hvussu til ber at betra um og fáa so nógv burturúr, sum gjørligt. Soleiðis var eisini við Mentanarhúsinum, har drúgvar samráðingar vóru um hetta og hitt, ið hevur verið viðvirkandi til eitt enn betri úrslit og heild í bygninginum.

Nú ræður bara um at fáa bygningin lidnan og tiknan í brúk. Tilgongdin við setan av leiðara er komin rættiliga langt, og verður hesin vónandi settur ein av fyrstu døgunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði