Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tilmeldingin til kvøldskúlan byrjar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.09.2022 - 10:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fríggjadagin 16. september kl. 16 letur tilmeldingin upp fyri komandi skúlaár. Umframt afturvendandi og vældámd skeið er nógv nýtt á skránni í ár.

Tað ræður um at sita klár/ur, tá ið tilmeldingin letur upp, tí summi skeið blíva skjótt fullteknað. Kvøldskúlin bjóðar eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Afturmeldingar, sum vit fáa, er at tað er sera sosialt at ganga á Kvøldskúla, og harumframt eitt gott høvi at læra ymiskt. Í hava vit fleiri nýggj tilboð.

 

Ljós til film

Eitt av teimum er at læra at seta ljós til film. Vit hava øll lætt atgongd til myndatól í dag, sum kunnu taka video, men eitt tað týdningarmesta, tá ið arbeitt verður við video, er ljósseting. Klaksvíksingurin Jákup Thøgersen hevur lisið innan video og ljósseting, og hann kemur at hava eitt skeið, har tú lærir tú hvat ljós er og hvussu tú best nýtir tað til eina video- ella filmsframleiðslu.

Tú fert at læra um tey ymsu sløgini av lampum, ljóskeldum og tólum. Eisini fært tú eitt serligt innlit í tær mongu snildurnar, ið eru innan ljósarbeiði. Skeiðið er ætlað óroyndum, sum royndum. Ongin grundvitan krevst frammanundan. 

 

Silvurleir

Kristín Gerðalíð hevur verið í Íslandi, har hon hevur lært seg at arbeiða við leirlist, sum er nakað, sum vit ikki kenna til. Tú lærir at arbeiða við silvuri í bleytum leirformi, sproytuformi og kremformi til at smyrja við. Til hetta arbeiði verður m.a. Gassbluss brúkt, og hetta gongur tí fyri seg í træsmíðstovuni. Talan um stutt skeið uml 12 tímar, og næmingarnir keypa sær ein byrjunarpakka við tilfari. Um hetta eydnast, so ber sjálvandi til at hava framhaldsskeið seinni.

 

Vatn-pilates og vælvera

Klaksvíkar svimjihøll er eftirhondini sera væl útbygd innan vælveruøkið, og vit eru fegin at kunna bjóða eitt spennandi tilboð í samstarvi við svimjihøllini, har Tórunn Weihe Steingrund og Annika M. Mellemgaard fara at undirvísa innan vatn-pilates og vælveru, har luttakararnir tilevna sítt egna saltskrub og fáa frálæra um hvørjar dygdir tær ymisku æterisku oljurnar hava. Talan verður um tvey hold, sum skiftast um at vera í hylinum og í vælveruøkinum.

 

Binding fyri nýbyrjarar

Tað eru ikki øll, sum eru so stinn í at binda, men sum kundu hugsað sær at komið meir í gongd við tað. Tí hevur onkur eftirlýst eitt byrjanarskeið innan binding. Tað hevur eydnast okkum at fáa Mariu Ziska at hava 8 týskvøld í vetur, har hon kann hjálpa nýbyrjarum at koma í gongd.

 

Áhugaverdir fyrilestrar

Sum nakað nýtt bjóða vit eisini stuttar fyrilestrar innan ymisk evnir. M.a. Kemur Niclas Heri at hava ein fakligan men eisini jaligan og undirhaldandi fyrilestur um Virðiligt samskifti - hóast ymiskleika. Fyrilesturin er fyri øll menniskju, sum hava áhugað fyri at styrkja sínar førleikar at samskifta, og sum fegin vilja vita eitt sindur meira um hetta evni. 

 

Samskiftisráðgein Niels Uni Dam kemur at hava ein fyrilestur um hvussu tú ikki gert eina framløgu. Hetta byggir hann á, at hann mangan hevur veirð til fyrilestrar í Føroyum, har Powerpoint ikki verður brúkt rætt, og har lurtarin missur áhugan fyri evninum. Við eitt sindur av viti og skili ber til at brúka PowerPoint til at gera eina góða framløgu geniala, eina miðalgóða framløgu góða og eina vánaliga framløgu pena.Hetta er ikki tekniskt ella trupult, men góð ráð um gott samskifti.

 

Føroyavinurin Peter Kordt veit um meir og annað enn fótbólt. Honum dámar væl at vitja í Føroyum og eisin at kunna undirvísa eftir eitt langt og virkið lív. Í vetur bjóða vit ikki minni enn tríggjar fyrilestrar við Peter Kordt. Ein er ein hugtakandi kærleikssøgu um ein jøda og nazist. Ein annar er um USA og tess grundlóg. Og tann triði er um fólkaræðið í einum globaliseraðum og tøkniligum heimi. Meir kunning um allar fyrilestrarnar er á kks.fo

 

Tilmeldingin letur sum sagt upp fríggjadagin 16. september kl. 16. Meir kunning um øll skeiðini og tilmelding er á heimasíðuni kks.fo Um onkur ikki fær tað at rigga við telefon ella teldli, so vilja vit viðmæla at royna við teldu eisini.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda