Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høvuðssætið í Tórshavn

Netverksfundur hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.09.2022 - 14:36 Tíðindi Vinna

Ráðgevara- og verkfrøðingafyritøkan SMJ verður vertur fyri Netverksfundi

Mikudagin 14. september kl. 14.30 verður ráðgevara- og verkfrøðingafyritøkan - sum hevur høvuðssæti í Tórshavn og eina deild í Klaksvík - vertur fyri Netverksfundi sum samskipaður verður saman við Vinnulívsráðnum í Klaksvík.

Fundurin verður í nýggju Miðhøllini á Skúlanum á Skúlatrøð.

Hendan fyritøkan, sum klaksvíkingurin Sofus M. Jakobsen, eftir verkfrøðingaútbúgving í Danmark, setti á stovn í 1969 hevur ment seg sera nógv og er vælkend við dyggum virksemi bæði í Føroyum og í útlondum.

Fyritøkan hevur nógv fólk í arbeiði bæði í Havnini og í Klaksvík sum ráðgevandi og havt nógvar sera áhugaverdar, spennandi og krevjandi verkætlanir um hendur ígjøgnum árini.

Skráin verður sett upp við trimum fyrilestrum og frágreiðingum og til seinast verður høvi hjá fundarluttakarunum at seta spurningar:

 

-       Fyrst fer Árni Jakobsen, stjóri, at greiða frá um SMJ fyritøkuna, sum pápin Sofus M. Jakobsen, setti á stovn í 1969. Fer at taka um upprunan og greiða frá áhugaverdu menningini og ætlanum.

 

-       Eftir tað,fer Jóhan J. Joensen, sum er deildarleiðari, at greiða frá serstøku verkætlanum teir hava uttanlands eitt nú í Noregi og í Íslandi, sum verða stýrdar av deildini í Klaksvík.

 

-       Seinastur, fer Pætur Jakobsen, sum ídag er medstjóri at greiða frá støðuni ídag og spennandi ætlanum í framtíðini.

 

Sjálvandi verður høvi til at seta spurningar og at práta saman og í hesum sambandi verður eisini ein drekkamuður við onkrum afturvið.

 

Alt í alt er hetta ein spennandi og framrættaður Netverksfundur við visjónum.

Fundurin verður í nýggju Miðhøllini á Skúlatrøð 14. september 2022 kl. 14.30.

Fundurin er fyri limir í Vinnulívsráðnum við avvarandi starvsfólkum.

 

Deildin í Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum