Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gula húsi á grundini hjá fyrstu læknahúsunum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.09.2022 - 14:07 Mentan Myndarøð Tíðindi

I samband við at sáttmálið bleiv undirskrivaður, um at seta í stand "gula hús", ella gomlu læknahúsini úti í Klaksvík, helt stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Alexandra á Dul, niðanfyri røðu á lítlari samkomu á Sjúkrahúsinum í morgun:

Góðu tit, ið standa her í dag til hesa stóru løtu. Jú, fyri okkum í sjúkrahúsverkinum er hetta veruliga ein stór og týðandi løta. Nú hava vit bíða í nógv ár, og í dag, 16. septembur 2022, er stóra løtan komin. Nú verða undirskriftir settar á eitt pappír og so verður farið ígongd.

Søgan um húsini er vælkend. Einaferð í 1920’unum varð farið í holt við byggiætlanina. Meini at húsini vórðu liðug í 1923. Í 50’unum vóru húsini bústaður hjá Halvorsen lækna, ið gjørdist høvuðsleikari í eini løgnari tíð fyri Klaksvík og landið sum heild. Eingin hending í nýggjari tíð man hava verið so nógv umrødd sum læknastríðið (1951-55). Og tá meini eg bæði her á klettunum, men sanniliga eisini úti í stóru verð. Ein danskur søgufrøðingur hevur skrivað, at tað nærmasta Danska kongaríkið hevur verið úti í einum borgarakríggið – tað var tá læknastríðið herjaði í Klaksvík. Tað kemur meira enn so fyri, at fólk koma til Klaksvíkar – bara fyri at síggja søguligu húsini.

Her hava nógvir ymiskir læknar búð gjøgnum árini. Kann nevna Waagstein og Rajani. Eisini hevði Rajani privata viðtalu í læknahúsinum. Síðani síðsti leigari flutti út, hava aðrir aktivitetir verið í læknahúsinum – ella gula húsi, sum vit siga! Her hevur verið listafrálæra, sjónleikarfelag og eitt tíðarskeið spældu óvitar í húsunum um kvøldarnar. Eftir at teir høvdu sett eld á eitt kvøldið, vórðu hurðarnar stongdar.

Í smb. við upprudding og reinsan eftir royk- og eldskaðan, søgdu fakmenn, at stórviðurin er av høgari góðsku. Eisini var stuttligt at fáa at vita, at okkurt gamalt timbur er nýtt í húsinum. Tað varð nevniliga staðfest at okkurt timbur var “tappað” og bygt til annað endamál. Svarið uppá tað er kanska einfalt. Á sama stað stóðu nevniliga eini onnur hús – fyrstu læknahúsini í Klaksvík. Bygd fyrst í 1870. Tað letur til at okkurt av tilfarinum síðani eru brúkt til verandi hús. Júst søgan er avgerandi fyri at vit varðveita húsini í tí formi og skapi tað hevur.

At enda vilja vit takka landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fyri tað stóra arbeiðið, ið hann leggur í okkara Sjúkrahúsverk og at Gula hús aftur kemur til heiður og æru. Umframt Landsverk fyri dygdargott arbeiði, vit hava veruliga kent okkum í tryggum hondum.

Takk fyri.

Vinaliga

Alexandra á Dul

Stjóri, Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri, Klaksvíkar Sjúkrahús

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund