Lýsing
Lýsing

Hjálp flóttafólkum sum Tatsianu við at finna eitt heim

SKRIVAÐ: Reyði krossur  |  17.09.2022 - 08:00 Tíðindaskriv

Sum alsamt fleiri flóttafólk koma til landið, veksur tørvurin á bústøðum eisini. Nógv flóttafólk koma til Føroya við ongum øðrum enn einum kufferti og vónini um eina betri framtíð. Reyði Krossur leitar tí eftir leigubústøðum til flóttafólk í Føroyum, bæði teimum sum nýliga eru komin og teimum sum væntandi fara at leita sær skjól í Føroyum næstu tíðina. Serliga eru smærri búeindir til einstaklingar og lítlar familjur í størri bygdum økjum viðkomandi.

Í Degi og Viku í gjár fortaldi Tatsiana Turbina um, hvussu týdningarmikið tað var at fáa ein bústað, sum var teirra egni, har tey kunnu kenna seg trygg og børnini kundu sova væl um náttina. 

Tatsiana og familja hennara komu til Føroya fyrr í ár. Hon greiðir soleiðis frá um túrin til Føroya: 

”Tann dagin kríggið byrjaði, trúðu vit vit als ikki, at hetta kundi henda, og tað var sera torført at góðtaka. Vit búðu í einum háhúsum nærhendis miðbýnum í Poltava. Kjallarin kundi ikki nýtast til bumbuskýli, so vit fóru til foreldrini hjá manni mínum. Har búðu vit í 10 dagar, og vit vóru ræðslusligin. Vit hoyrdu rakettir hvørt kvøld. Vit svóvu saman við børnunum í kjallaranum, og tað var sera ræðandi, tí hvørja løtu kundi vit verða rakt av rakettunum.

Hvønn dag gjørdist tað alsamt torførari og óhugnaligari, so vit gjørdu av, at vit skuldu royna at fara úr Ukraina. Tað var ómetaliga torført at fara frá okkara heimi og frá øllum, sum vit hava bygt upp saman tey seinastu 10 árini, men lívið hjá børnum okkara var týdningarmiklari. Tí tóku vit tvey kuffert við tingum hjá børnunum, ein dunk av bensini og fóru avstað. Vit vistu ikki, hvagar vit fóru, vit rýmdu bara undan krígnum. Meðan vit koyrdu, hoyrdu vit spreingingar og tung flogfør uppi yvir okkum. Tárini vóru mong, tí vit vóru so bangin. Men vit máttu halda á.

Vegurin var langur og trupul. Vit koyrdu í 5 dagar, og har var ongastaðni at gista, so vit svóvu í bilinum við børnunum. Vit máttu verja børnini.

Vit komu til Føroya 21. apríl. Eg fari ongantíð at gloyma hendan dagin. Vit vóru ovfarin av vøkru og óvanligu náttúruni, og mest av øllum var eg hugtikin av teimum fittu, smílandi, ektaðu, hjartaligu, umsorganarfullu menniskjunum, sum tóku ímóti okkum.

Ta tíðina, vit hava verið her, næstan fýra mánaðir, hava vit bert møtt fólki, ið hava víst samkenslu og eru komin við uggandi orðum. Vit hava lært, at Føroyar er eitt kalt land, men her búgva sera heit og fyrikomandi fólk.”

Hevur tú ein bústað at leiga til flóttafólk? So ert tú vælkomin at skráseta tín bústað. Bústaðurin noyðist ikki at vera tøkur her og nú, til ber eisini at skráseta fram í tíð. Skráset á https://redcross.fo/leigubustad/

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…