Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesa vikuna fer ættin at liggja ímillum sunnan og vestan. Ikki nógvur vindur fyrr enn í vikuskiftinum. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.09.2022 - 20:30 Tíðindi Veðrið

Hátrýstið, sum hevur givið okkum gott veður í nakrar dagar, fer at flyta seg eystureftir, og so sleppa lágtrýstini nærri Føroyum aftur. Tey fara at ferðast um Ísland í ein landnyrðing.

Føroyar fara at liggja eystan fyri miðjuna á lágtrýstunum, og har er ættin vanliga ímillum sunnan og vestan. Brúgvaløg við regni fara eisini at merkjast.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Landsynningur sunnan, lítil og eingin vindur um náttina, men út á fyrrapartin eitt sindur meir, um 3 til 8 m/s. Samdrigið og turt. Um kvøldið veksur vindurin upp í 5 til 10 m/s, tað verður skýggjað, og so fer at regna.

Hitin mánadagin fer at liggja um 8 til 11 stig.

Týsdag: Útsynningur sunnan, um náttina og morgunin undir 5 m/s, men út á seinnapartin 3 til 8 m/s. Skýggjað, regn og ælaveður um náttina og fyrrapartin; seinnapartin samdrigið og turt.

Hitin týsdagin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Mikudag: Sunnan um náttina og morgunin, 5 til 10 m/s. Seinnapartin útsynningur, 3 til 8 m/s. Samdrigið ella skýggjað við ælaveðri til nakað er liðið út á seinnapartin. Tað fer at regna alt kvøldið.  

Hitin mikudagin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Hósdag: Útsynningur, 5 til 10 m/s. Seinnapartin minkar vindurin niður í 2 til 7 m/s. Samdrigið og fyri tað mesta turt allan dagin – tó undantikið middagsleitið, tá ið vit kunnu vænta regn ella ælaveður.  

Hitin hósdagin fer at liggja um 9 til 12 stig.

Fríggjadag: Ímillum útnyrðing og útsynning, 3 til 8 m/s. Seinnapartin minkar vindurin niður í 2 til 7 m/s. Samdrigið og skýggjað og fyri tað mesta turt.

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 9 til 11 stig.

Leygardag: Útsynningur, 5 til 10 m/s. Skýggjað og fyri tað mesta turt.

Hitin leygardagin fer at liggja um 9 til 12 stig.

Sunnudag: Útsynningur, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn stóran part av degnum.  

Hitin sunnudagin fer at liggja um 12 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB