Lýsing
Lýsing
Lýsing
Veðrið um vikuskiftið fer at skifta frá góðum hátrýstveðri til nakað av vindi kring eitt máttmikið lágtrýst. | Mynd: Árni Jacobsen, Leirvík

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  23.09.2022 - 13:10 Tíðindi Veðrið

Gott veður í dag og í morgin. Ein hátrýstryggur hevur lagt seg yvir Føroyar, og tá er vanliga gott veður.

Men, ryggurin verður trýstur eystureftir av einum lágtrýsti, sum fer at ganga úr Eysturgrønlandi um Grønlandsfjørðin norður um Ísland í vikuskiftinum.

Tí fer at vera nakað av vindi frá sunnudegnum til týsdagin.

Taka vit hetta meira detaljerað, so er lítið lot av útsynningi í dag. Vindferðin er lítil, 2 til 7 m/s. Allastaðni skýggjað við sólglottum og turt. Hitin liggur um 10 til 12 stig.

Seinnapartin í dag og í kvøld fer hann ganga upp í vestan og so hækka upp í útnyrðing. Vindferðin fer allan dag at liggja um 2 til 7 m/s.

Tað hevur verið samdrigið ella skýggjað við sólglottum og turt allan dag. Eina løtu seinnapartin fara vit at hava ælaveður, og so er turt aftur í kvøld. Hitalagið fer at minka úr 10 – 12 stigum á middegi í dag niður í 5 stig á midnátt.

Í nátt minkar vindurin niður um 5 m/s, og ættin gongur niður í vestan. Loftið verður klárt við onkrum skýklodda her og har. Hitalagið í nátt fer heilt niður í 4 stig, men fer at hækka í morgin ári.

Seinnapartin og í annaðkvøld fer ættin niður í útsynning, vindurin veksur upp í 3 til 8 m/s, tað er samdrigið ella skýggjað og turt, og hitin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Seint leygarkvøld ella sunnunátt er lágtrýstið komið so nær, at vit fara at síggja broyting í veðrinum. Vindurin fer at veksa av útsynningi. Sunnumorgun er vindferðin komin upp í 10 til 15 m/s, tað er blivið skýggjað og regn.

Um middagsleitið er ættin komin upp í vestan, vindferðin tann sama, um 10 til 15 m/s. Út á seinnapartin hækkar hann upp í útnyrðing, vindferðin veksur upp í 13 til 18 m/s.

Hitin sunnudagin fer at liggja um 12 stig á middegi, men hann minkar niður í 6 stig seint um kvøldið.

Taka vit mánadagin uppí, so er 13 til 18 m/s av útnyrðingi allan dagin, skýggja og ælaveður við regni og møguliga vátakava.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nevza kappingin serva í gongd
Kjøthandilin letur upp aftur mánadagin
Føroyar ímóti Onglandi og Íslandi í dag
Seyða­hundakapping á Viðareiði leygardagi…
FM Radio: KÍ er elitufótbóltur
Eingin háruskráseting í 2025
Geiður sigur til VÍF
Pisshúsið fingið tátt
Sjóneyka á hjartastartaran
Pallborðsfundur í Húsinum
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Stjørnan tekur ímóti VÍF
KÍ formaðu­rin: Vit føra ein sunnan fótbó…
Nærveruvika á Skúlatrøð
KÍ hevur bara einaferð í søguni skorað f…
FM Radio: Árni og Páll vitja Norðlýsið
Búskapu­rin hevur tað gott, men...
Rættartrygdin sett til viks í Klaksvíkar…