Lýsing
Lýsing

Føroysk telving í menning

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.09.2022 - 15:00 Ítrottur Tíðindi

Talvsamband Føroya hevur í dag kunngjørt talvkalendaran fyri 2022/2023, og sær tað út til at verða eitt spennandi kappingarár fyri framman. Kalendarin er so fullur av tiltøkum, at hann er býttur í tvey. Ein kalendari er við kappingum fyri øll og ein bara fyri børn og ung.

Grand Prix, FM, FM í kvik- og snartalvi og liðkappingin eru afturvendandi tiltøk, sum vanliga hava góða undirtøku, og steypakappingin endar árið við hugna og fagnaði. Tað er gleðiligt, at so nógv barnatiltøk verða skipað í ár, serliga eftir køvandi dvalan undir koronutíðini. Nú kemur gongd á aftur.

Merkisvert, og sum nakað heilt serligt á skránni í ár, er FM fyri gentur, sum verður fyrsta gentutalvkapping í Føroyum nakrantíð. Lagt verður upp til eina stuttliga løtu saman, og har ið kappast verður um at sleppa at umboða Føroyar í norðurlandameistarakappingini fyri gentur í 2023. Talvsambandið vónar, at ein tílík gularót fer at fáa gongd á kvinnutelvingina í Føroyum, soleiðis at vit í framtíðini kunnu manna eitt kvinnulandslið á fyrsta sinni.

Tað, at so nógv talvtiltøk verða skipað í ár, bendir á, at føroysk telving er í menning. Talið av telvarum og liðum, ið luttaka í liðkappingini, er í løtuni methøgt, og ongantíð fyrr hava vit havt hægri rataða elitu. Talv er nýggja rákið, eisini í altjóða høpi, og hetta kemst óivað av eitt nú sera væl umtóktu sjónvarpsrøðini, Queens Gambit. Áhugin er stórur, og tí fer Talvsamband Føroya at arbeiða við at gera talv sjónligari í Føroyum við at stroyma fleiri kappingar beinleiðis á netinum. So spennandi verður at fylgja við Føroyskari telving í komandi tíðum.

Kappingarkalendararnir eru at finna á www.faroechess.com, og um áhugi er fyri at taka lut í kappingum eru fólk vælkomin til at seta seg í samband við Talvsamband Føroya.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin