Lýsing
Lýsing

KÍ kvinnurnar meistarar fyri 22 ferð

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  24.09.2022 - 20:06 Ítrottur Tíðindi

Tað hevur gingið ómetaliga væl hjá KÍ kvinnum seinastu árini, og í dag kundu tær - eftir ein sannførandi 0-4 sigur á Víkingi - fagna fjóra meistaraheitið á rað.

Tað var bert NSÍ, ið kundi tikið meistaraheitið frá KÍ í ár, men við sannførandi spæli hava tær í dag endurvunnið meistaraheitið áðrenn tvey tey seinastu umførini eru spæld.

Tað var Durita Hummeland, ið byrjaði málskjótingina longu í 12 minutti. Durita hevði undan dystinum í dag skorað næst flest mál fyri KÍ við 10 málum. Eina løtu seinni økti Maria Vinjardsdóttir Johansen um leiðsluna til 0-2, sum eisini var hálvleiksstøðan.

KÍ kvinnurnar vóru ikki lidnar við at skora, tí í seinna hálvleikki øktu Malena Olsen og Rannvá B. Andreasen um leiðsluna við ávikavist 0-3 og 0-4.

Vit á Norðlýsinum ynskja KÍ-kvinnum hjartaliga tillukku meistaraheitinum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…