Lýsing
Lýsing
Lýsing
Norsku miðlarnir umrøða børsskrallið hjá føroyska alirisanum í kjalarvørrinum av ætlaðu hækkingini av tøkugjaldinum.

Bakkafrost rapaði á børsinum vegna hækkandi tøkugjald

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  30.09.2022 - 08:00 Tíðindi Vinna

Tað hevur onkuntíð verið stuttligari at verið partaeigari í Bakkafrosti. Børsvirðið á Bakkafrosti er rapað við heili 3,8 milliardum krónum upp á tveir dagar. Orsøkin er, at Landsstýrið ynskir at fáa 75 milliónir krónur meira inn frá alivinnuni í tøkugjaldi.

Lítil ivi er um orsøkina til stóra skrallið á børsmarknaðinum í Oslo, har fleiri onnur alifeløg eisini eru minkaði munandi í kursi síðstu dagarnar. Mikumorgunin boðaði norska stjórnin frá, at norsku myndugleikarnir innføra eina nýggja skipan at uppkrevja ein part av sonevndu “grundrentuni” inn til statin. Hetta er sjálvandi bert aktuelt fyri alifyritøkurnar við aliloyvum frá norsku myndugleikunum.

Eitt nú minkaði norska alifyritøkan SalMar, sum bara hevur alivirksemi í Norra, við yvir 30% í børsvirði mikudagin. Føroyingurin Gunnar Nielsen, sum áður hevur starvast sum fíggjarstjóri fyri Bakkafrost, bleiv fyrr í ár settur í starv sum fíggjarstjóri í børsskrásetta SalMar.

Bakkafrost fortelur um hækkandi tøkugjald

Bakkafrost hevur onki alivirksemi í Norra, men allíkavæl minkaði børsvirðið á føroyska alirisanum við 6% í partabrævahandlinum á Oslo Børs mikudagin. Tí føldi leiðsla felagsins eisini trongd til at forklára seg fyri marknaðinum í eini børsfráboðan seint seinnapartin mikudagin, tá børshandilin var steðgaður fyri dagin. Her sipaði Bakkafrost til fráboðaðu skattabroytingina í Norra og staðfesti síðani, at føroyska alifyritøkan onki virksemi hevur í Norra og tí ikki verður rakt av nýggja norska laksaskattinum.

Men síðani føldi føroyski alirisin tørv á at leggja aftrat, at føroysku myndugleikarnir eisini arbeiða við eini hækking av tøkugjaldinum. Hetta boðaði Løgmaður frá í Ólavsøkurøðuni, og í farnu viku greiddi Magnus Rasmussen, vinnumálaráðharri, meira ítøkiliga frá hesum ætlanum. Í børsfráboðanini greiddi Bakkafrost tó frá, at skipanin við tøkugjøldum hevur verið galdandi síðani 2014, men at myndugleikarnir nú skrúva eitt sindur upp fyri avgjaldssatsinum.

Reaktiónin hjá íleggjarunum hevur verið sera neilig í dag. Tí meðan aðrar alifyritøkur ikki eru minkaðar so nógv í virði í dag, rapaði kursurin á Bakkafrost partabrævinum við heili 13% í dag. Reaktiónin var so ógvsulig, at norskir miðlar eisini hava umrøtt hendingina

Kursurin á partabrævinum í Bakkafrosti er rapað so nógv síðstu dagarnar, at kursurin hevur ikki verið lægri síðani apríl 2019.

Norski laksaskatturin er lagaligari enn føroyska tøkugjaldið

Ein serfrøðingabólkur setti í 2019 fram uppskot um nýggja skattaskipan fyri norska alivinnu, har mælt bleiv til at uppkrevja sonevndu ‘grundrentuna’ ella tilfeingisrentuna frá alivinnuni. Lagt bleiv upp til, at skipanin bleiv sett soleiðis saman, at staturin og kommunurnar fáa áleið 40% av mettu tilfeingisrentuni inn í felagskassan.

Frágreiðingin frá serfrøðingabólkinum skapti nógv kjak, men uppskotið bleiv lagt í eina skuffu, tí borgarliga stjórnin, ið ráddi fyri borgum, ikki ynskti at skatta alivinnuna harðari. Nú hevur vinstravenda stjórnin í Norra funnið uppskotið fram aftur, tá stjórnin hevði tørv á meira inntøkum at fíggja vaksandi vælferðarútreiðslurnar.

Nýggi norski laksaskatturin væntast at geva 2,6 milliardir føroyskar krónur í inntøkum árliga. Til samanberingar væntar landsstýrismaðurin í vinnumálum at hækkingin í tøkugjaldinum vil økja um inntøkurnar frá føroysku alivinnuni við 75 milliónum krónum til áleið 335 milliónir krónur í 2023.

Norska alivinnan framleiðir áleið 15 ferðir so nógvan alilaks árliga sum føroyska laksavinnan. Sostatt svarar nýggi norski laksaskatturin til, at føroysku myndugleikarnir uppkravdu 175 milliónir krónur inn árliga frá alivinnuni. Føroyska alivinnan væntast sostatt at rinda tvífalt so nógv í avgjøldum sum norsku kappingarneytarnir.

So tað er kanska ikki so undarligt, at altjóða íleggjarar reageraðu so neiliga upp á fráboðanina hjá Bakkafrosti. Hinvegin kann tað tykjast undarligt, at reaktiónin er so ógvuslig júst nú, tá talan ‘bert’ er um eina væntaða hækking á 75 milliónir krónur. Men helst er tað vaksandi politiski váðin, sum loypir hvøkk á marknaðin. Og tá kann skaðin upp á framtíðar vakstrar møguleikarnar skjótt gerast størri enn stuttfreistaði vinningurin á fíggjarlógini næsta ár.

FAKTABOKS: Grundrentuskattur á norsku alivinnuna

  • Effektivur satsur á 40 prosent.
  • Galdandi fyri framleiðslu av laksi, sílum og alabogasílum.
  • Skattainntøkurnar eru mettar til 3,65-3,8 milliardir norskar krónur árliga.
  • Skattainntøkurnar verða javnt býttar millum stat og kommunur.
  • Ein botnfrádráttur á 4.000-5.000 tons í tøkuvekt ger, at tað bara vera størstu fyritøkurnar, ið skulu rinda nýggja skattin.
  • Skatturin fær virknað frá 1. Januar 2023.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda