Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  30.09.2022 - 16:10 Tíðindi Veðrið

Hetta vikuskiftið fer eitt djúpt lágtrýst, sum stendur yvir Íslandi, at sleingja bæði regn og vind ímóti okkum. Serliga ringt hevur verið í dag. Í morgin er ikki so nógvur vindur sum í dag, men tað fer at vera vátt næstan alla tíðina.

Sunnudagin er framvegis eitt sindur eftir, men nakað eftir døgurðatíð er bæði minni vindur og turt.

Meira ítøkiligt so hevur tað verið ringt veður í nátt og í morgun – nógv regn og heilt fitt av vindi av landsynningi. Vindurin er nú minkaður nakað, og ættin er stokkin vesturum til útsynning, vindferðin liggur um 8 til 13 m/s. Tað regnar enn, men ikki líka nógv sum í morgun.

Í kvøld lækkar hann niður í sunnan, og vindurin fer seinni at minka niður í 5 til 10 m/s. Í nátt er vindferðin 3 til 8 m/s, og soleiðis verður tað til nakað eftir middag í morgin. Skiftandi skýloft og ælaveður.

Út á seinnapartin í morgin gongur hann upp í útsynning, meðan vindferðin fer upp í 8 til 13 m/s. Framvegis skýggjað og enn ælaveður ella regn.

Sunnunátt veksur vindurin av útsynningi, og um morgunin gongur hann uppeftir. Á middegi eru 10 til 15 m/s av vestri, enn skýggjað og ælaveður. Út á seinnaprtin fer vindurin at minka, og tað fer at slíta í. Á nátturðatíð er vindferðin komin niður í 3 til 8 m/s. Um kvøldið lækkar hann niður í útsynning.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimleika­framsýning í Badminton­høllini
Mads er skaddur
Gentir 19 hjá Mjølnir fingu silvur
Ternan er føroyameistari í flogbólti fyr…
Earth Hour í Klaksvík
Stórt eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Árligu fimleika­framsýningar­nar hjá Støkk
TARAS frá Tekniska Skúla í Klaksvík vann…
Eg eri ein sera fegin og errin fíggjarne…
- Hetta er nakað man droymir um
Mads B. Mikkelsen skoraði í javnleiki
Fýra KÍ-leikarar frá byrjan í Moldova
Mjølnir A eru føroyameistarar í flogbólt…
Peter Schmeichel á Tórsfest
Pabba fór til Havnar
Útbyggingin á Norð­toftum er liðug
Farna árið hjá Smyril Line
Dagføringar­nar á reinisverki­num byrjaðar
Samd fíggjar­nevnd: Mentanar­húsið fær 7 m…
Ársaðalfundur Norðoya Fornminna­felag