Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rennibreytin tikin í nýtslu

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  01.10.2022 - 12:43 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í dag kl.11.00 varð almenn móttøka í samband við, at rennibreytin og nýggja ítróttarøkið á Másheyggi varð tikið í nýtslu.

Eftir horntónar frá Klaksvíkar Hornorkestri, helt Karl H. Johansen, borgarstjóri røðu og takkaði mongu eldsálunum handan hesa verkætlan – tá serliga Guttorm Sørensen, sum setti sær stór mál og var ein rennibreyt í Klaksvík ein sjálvfylgja í hansara hugaheimi.

Verkætlanin, sum hevur tikið fýra ár at fremja, hevur kostað 50 mill.

Umboð fyri Treysti, Óluva Fuglø, forkvinna tók rørd í móti lyklinum, sum borgarstjórin handaði henni, til rennibreytini og húsini, ið knýta seg til vøllin.

Hallur Holm vegna FÍF - Frælsur Ítróttur Føroya, segði nøkur væl vald orð og var týðiliga rørdur, tí hetta var ein stór løta – eisini í minnunum á Gutta, sála, sum í hansara og so mongum eygum var ein eldsál, ið slóðaði fyri, at vøllurin nú kann verða tikin í nýtslu.

Síðani spældi Klaksvíkar Hornorkestur eitt lag, áðrenn eitt Merkisband var klippt av borgarstjóranum, sum tekin um, at nú er vøllurin tøkur fyri almenninginum.

Eftir hetta runnu tvey umboð fyri Treysti, Rebekka Fuglø og Jan Elmar Sørensen eina rundu um vøllin, og seinastu 100 m rann elsti aktivi rennarin við, Sámal Júst Ziska Dahl.

Klaksvíkar kommuna bjóðaði síðani kaffi og góðan kakubita. Rennibreytin er nú síðani opin fyri almenninginum, og vóru tey mong, sum nýttu høvið at taka eina rundu.

Ein sannur gleðisdagur fyri so mong!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund