Lýsing
Lýsing
Lýsing

So er Guttabreytin veruleiki

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.10.2022 - 13:48 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var ein sera rørdur Hallur Holm frá FÍF (Frælsur Ítróttur Føroyar), sum bar fram eina heilsu til Treysti, Klaksvíkar Býráð, men ikki minst til eldsálina Gutta Sørensen, sála, ið má sigast at eiga heiðurin fyri at Guttabreytin og fótbóltsvøllurin á Másheygnum nú er veruleiki. Røða Hallurs:

Ja… hvat skal man siga…..??

Man kann altíð siga, at blátt er gott!

Tað siga vit í Bragdinum í Havn, og tað siga tit eisini her norðuri um KÍ

Og tá vit líta kring okkum her, so haldi eg, at vit øll skjótt kunnu semjast um at blátt er gott!

 

Góðu Norðingar, góðu ítróttarfólk, góðu Treystafólk.

Fyri meira enn 100 árum síðani vóru nakrir ungir klaksvíkingar, sum vildu spæla bólt, men høvdu ongan vøll at spæla á. Teir hildu at økið her yviri sá spennandi út, og fóru at kanna hvør átti. Og skjótt var avtalað við eigaran, at økið kundi leigast fyri 20 kr. um árið í 20 ár. Hetta stendur at lesa í bókini “Bóltspæl millum Klakk og Kjøl” eftir Árna Dahl.


Á okkara døgum er ómaka lættari at heita á kommununa um at skaffa øki, byggja og fíggja. Tó so. Á høvuðsskrivstovuni hjá Treysti yviri í Badmintonhøllini hevur frá fyrsta degi staðið eitt karamellublikk á borðinum. Á lokinum er ein gulur seðil, og á honum stendur: “stuðul til rennibreyt.” Tað munar kanska ikki so nógv, men sigir alt um, hvussu stórt ynski Treysti hevur havt um at fáa eina rennibreyt í Klaksvík. Eitt ynski, sum serliga Guttorm Sørensen aftur og aftur setti fram og arbeiddi fram ímóti

Førum fram millum dalar og fjøll, Føroya havoygdi ungdómur reysti” yrkti Janus Djurhuus. Her eru fjøll og her eru dalar. Og her norðuri er ungdómurin reystur. Hygg yvir á hin vøllin ella oman í kappróðrarneystið. Her eru bestu fótbóltsliðini og bestu kappróðrarmanningarnar. Yviri í Badmintonhøllini spælir besta flogbóltsliðið og í svimjihøllini hava nógvir av landsins allarbestu svimjarum vant.

Tað gekk ikki stillisliga fyri seg, tá Guttorm Sørensen kom aftur á klettarnar eftir loknan lestur í Vejle og Århus. Tað var skjótt at Treysti varð endurstovnað, og felagið fekk ein sterkan gulan identitet, sum seint og sikkurt mentist til eina stóra rennirørslu kring vágna.

So nú eru eisini í Treysti fleiri av okkara reystu. Eitt er, at gula spandexbrigadan tíðliga og seint sæst renna kring víkirnar. Annað er at Treysta-rennarar hava kappast á hægsta støði bæði her heima og uttanlands. Á oyggjaleikalandsliðnum hava tit havt feðgarnar Guttorm og Jan Elmar Sørensen, Julian Gregersen, Marnar Djurhuus, Mariu Biskopstø, Oddvør Josephsen og ikki minst Rebekku Fuglø, sum eisini hevur umboðað danska landsliðið. Ekstremrennarin Pól Sundskarð er eisin upplærdur í gulum.

Men Treysti er eisini so nógv annað enn elituítróttur. Treysti er ein sunnur, sterkur og góður sosialur felagsskapur, har nógv er á skrá.

- Tit fyriskipa tiltøk og kappingar í øllum norðoyggjum og flestu bygdum
- Tit hava vælumtóktu heilsurenningina leygarmorgnar

-       Tit eiga Føroya elsta rennara í Sámal Júst Ziska Dahl

-       Tit eiga kendu Treysta-ommurnar, sum bæði eru við til motiónstiltøk og hjálpa til við mati og hugna um, tá tit kappast á útivølli

-       Tit eiga sterkar kreftir í Norðdepli – og ein Treysta-abba

-       Tit hava hotell í skúlanum í sambandi við Summarfestivalin

-       Tit framdu kempistóra og væleydnaða tiltakið til tunnilsrenningina í 2006 – størsta renning nakrantíð í Føroyum

-       Tit fyriskipa á hvørjum ári stórsligna FM í hálvum maraton

-       Tit vóru partur av Badmintonhøllini, tá hon varð bygd

-       Tit eru eyðsýnd bæði í tali og dygd til FM-kappingarnar á Tórsbreyt

-       Tit eru eisini eyðsýnd á listunum yvir føroysk met og ungdómsmet

-       Tit síggjast til størstu maratonrenningarnar úti í heimi... í Berlin, New York, í Tokyo o.s.fr.

-       Tit hava strítt tykkum út á Toftir at venja – bæði við bussi og við foreldrakoyring. Og nøkur tykkara hava eisini koyrt til Havnar at venja við feløgunum har.

-       Tit eru fastur fúsur til Danmarksmeistarakappingar fyri bæði vaksin og ung

-       Tit eru fastur fúsur til Stórmót IR, tá stórur hópur av bæði børnum og foreldrum eru heila viku í Reykjavík. Og tí er innandurahøllin í Laugardalinum blivin tað nærmasta, tit kunnu kalla heimavøll

-       ...og eg kundi blivið við

Men nú hava tit umsíður fingið tykkara egna heimavøll! Og við honum koma nýggir møguleikar og nýggjar avbjóðingar. Mín vón skal vera, at Treysti fær nýggjan íblástur, størri tilgongd og menning á øllum økjum. Man kann sjálvandi harmast, at fleiri av tykkara bestu íðkarum nýliga eru farnir uttanlands, og tí ikki fingu møguleikan

 

 

Eg vil fegin takka Klaksvíkar kommunu – bæði politikarum og fyrisiting -  fyri at taka hesa stóru avgerðina og fyri at fremja hetta stóra takið. Við so avmarkaðum byggilendi, sum nú einaferð er í Klaksvík, so er eingin sjálvfylgja, at einir 3.000 fermetrar verða settir av til frælsan ítrótt. Tað er eisini gleðiligt, at man ikki hevur roynt spart nakað burtur, tí tá so stór verkætlan  verður gjørd, skal man sjálvandi fáa mestu brúksnyttuna burturúr.

Fullfíggjað útgerð bæði til venjing og til kappingar verður til taks. Serliga spennandi er, at útgerð til stangarlop verður partur av breytini. Hetta verður fyrstu ferð, at vit kunnu royna veruligt stangarlop í Føroyum. Stangarlopsbreytin saman við góðu kringumstøðunum annars, ger at hendan breytin er væl við í kappingini, tá vøllur til frælsan ítrótt á oyggjaleikunum í Føroyum skal veljast.

At hetta projektið eisini er eitt fótbóltsprojekt, havi eg fult forstáilsi fyri, hóast tað merkir at longu kastigreinarnar ikki kunnu íðkast á graslíkinum. og er tað sera gleðiligt, at KÍ nú fær ein vøll afturat. Míni ráð skulu vera, at gott samstarv og greitt samstarv um venjingartíðir og kappingardagar verður avtalað frá fyrsta degi feløgini ímillum.  

Eg vil eisini takka ráðgevunum hjá kommununi fyri teirra ískoyti. Í virðing fyri ítróttinum hava Heini Eysturoy og Gunnar Poulsen sett seg gjølla inn í tingini fyri at finna bestu loysnirnar.

Eg takki Treysti 1.000 ferðir fyri heiðurin at vera við her í dag, og fari eisini at ynskja tykkum bestu eydnu við breytini. ...so kann eg heilsa og siga, at íðkarar úr øllum landinum nú gleða seg at koma norð til Klaksvíkar at kappast á bláu breytini. Og eg kann lova, at við tí sterku trúgv Gutti hevði, so er hann her millum okkum onkustaðni og smílist um alt fimmoyrað. Tað er líka við at eg hoyri hansara eyðkenda brølandi YESS-róp.

....

Jú -  

 

Nú breytin er klár at taka í nýtlsu, kann Janus Djurhuus hóskandi fáa seinastu orðini, sum eg haldi hóska til hetta høvið.

leypum fram yvir fløtur og grund
fremjum dystarleik sveinar og sprund
setum ítróttarfund
sýnum fram, hvat vit megna og duga

 

...Bara eitt afturat..... gott nokk er blátt gott

...men í dag eru tað tey gulu, sum eru tey kulu.

Takk fyri!

 


 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð