Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vindurin fer at veksa út á fyrrapartin. Mesti vindur er seint seinnapartin, tá er miðalvindurin 18 til 23 m/s. Allan dag útsynningur og ælaveður. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.10.2022 - 08:06 Tíðindi Veðrið

Sagt er frá einum sindri av vindi í dag. Tað er eitt djúpt lágtrýst, sum í morgun er statt ímillum Føroyar og Ísland. Rundan um tað er nakað av vindi og avfalli, sum vit fara at merkja her í Føroyum.

Forsagnirnar hava ikki allar verið samdar, tí lágtrýstið kemur so nær við okkum.

Í morgun er útsynningur, 10 til 15 m/s. Hetta er hvassur vindur. Avfall hevur verið kring alt landið, men nú er fyri tað mesta turt.

Hetta sær út til at vera veðrið, til nakað er ligið út á fyrrapartin. Tá fer vindurin at veksa upp í 13 til 18 m/s og tað fer at verða ælaveður.

Út á seinnapartin fer vindurin at veksa eitt sindur, upp í 18 til 23 m/s. Mesti vindurin norðanfyri; sunnanfyri eitt sindur minni, 15 til 20 m/s.

Í kvøld fer vindurin at minka spakuliga. Á midnátt eru 13 til 18 m/s. Allan dagin ælaveður.

Í nátt fer vindurin at minka meira. Í lýsingini í morgin – t.e. um 7-8 tíðina – 8 til 13 m/s, og longri ímillum ælini.

 

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Earth Hour í Klaksvík
Stórt eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Árligu fimleika­framsýningar­nar hjá Støkk
TARAS frá Tekniska Skúla í Klaksvík vann…
Eg eri ein sera fegin og errin fíggjarne…
- Hetta er nakað man droymir um
Mads B. Mikkelsen skoraði í javnleiki
Fýra KÍ-leikarar frá byrjan í Moldova
Mjølnir A eru føroyameistarar í flogbólt…
Peter Schmeichel á Tórsfest
Pabba fór til Havnar
Fimleika­framsýning í Badminton­høllini
Útbyggingin á Norð­toftum er liðug
Farna árið hjá Smyril Line
Dagføringar­nar á reinisverki­num byrjaðar
Samd fíggjar­nevnd: Mentanar­húsið fær 7 m…
Ársaðalfundur Norðoya Fornminna­felag
Stórar óvissur í metingini av tilfein…
Fyrilestur um heilsugóðan kost
Karl: - Eg kenni als ikki til hasa upphæ…