Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í farnu viku skipaði Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fyri dansktfíggjaðari ráðstevnu um dansktfíggjaða kanning um fosturtøku, og hesa vikuna hoyra vit so, at føroyska deildin av Amnesty International heitir á útlendsku deildirnar um at fáa til vega undirskriftir frá útlendingum, ið skulu nýtast at leggja trýst á føroyska Landsstýrið í sama spurningi. | Mynd: kvf.fo

Vælsignaðu takið kampin í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.10.2022 - 10:25 Leiðarin Mentan Politikkur Tíðindi

- “Det er ikke kun, når vi gør det til Færøerne, at vi det også til for eksempel til lande som Iran, vi kan gøre det til lande som Afghanistan”, segði danska talskvinnan fyri Amnesty International í Degi og viku í gjárkvøldið. Og vit mundu dottið upp eftir, tá føroyski aðalskrivarin Turið Maria Jóhansdóttir kom í studio beint aftaná. Hon tók ikki frástøðu frá samanberingini, men tað kom tvørturímóti fram, at føroyska deildin hevði vent sær til Amnesty International og biðið tey blandað seg!

 

Dámar tær ikki angan í bakarínum, far so út um landoddarnar og royn at venda fólki har ímóti føroyingum. Tað tykist vera ivasama loysnin, sum alsamt fleiri velja, tá alt ikki gongur eftir teirra høvdi her heima.

- “Jeg kræver, at den færøske regering giver piger og kvinder ret til at bestemme over egen krop”, ljóðar nýggjasta áheitanin á Føroya Landsstýri. Vit noyðast at spyrja: Skurrar hendan áheitanin á donskum als ikki í høvdinum hjá limunum í Amnesty International, Føroya Deild? Tað hildu vit, men eftir at aðalskrivarin hjá føroysku fraktiónini var í Degi og viku mánakvøldið 3. oktober og vardi tað, er svarið eftir øllum at døma nei. Tað er beint øvugt ein vanligur máti hjá teimum at arbeiða uppá, varð sagt.

Vit hava sæð tað við grindadrápi, og vit hava sæð tað við springaradrápi. Á hesum staði hava vit kritiserað, at vit eisini hava sæð tað við gongd í haga. Og nú hevur hetta rákið vundið so mikið upp á seg, at vit síggja tað á einum munandi álvarsamari øki, ið hevur við menniskju og føroyskar kvinnur at gera. At tá man hevur eina meining, sum eftir øllum at døma er í minniluta millum føroyingar, so fer man uttanlands, har meiningin er meira populer, og roynir at upppíska ein stemning har í staðin.

Ivaleyst halda tey seg gera tað í bestu meining. Javnaðarflokkurin á Fólkatingi meinti tað sikkurt eisini væl, tá hann vildi upplýsa okkum í andanum fátæku føroyingar um hesi viðurskiftini við bæði kanning og ráðstevnu um fosturtøku. Í staðin komu tey út við misvísandi upplýsing um tal av føroyskum kvinnum, ið fara til Danmarkar at fáa fosturtøku. Hetta bæði 2 ferðir til kringvarpslurtaran og eina ferð til felagsskapin Pro Vita.

Hugsa tey, sum draga umheimin inn, í heila tikið um, hvussu stórum afturstigi arbeiðið fyri føroyskum sjálvsavgerðarrætti verður fyri, um tað eydnast teimum? Neyvan.

Gamaní kunnu tey erligt siga, at tey eru farin úr floyalshandskunum og nú seta hart ímóti hørðum, tí tey eru ótolin eftir at síggja úrslit. Men hvat rokna tey við at uppnáa? Vænta tey í fullum álvara, at tað, at Amnesty nú kemur við eini púra absurdari samanbering millum Føroyar, Iran og Afghanistan, fer at broyta nakað teirra veg? Júst tvørturímóti, og tað hava vit longu sæð. Óupplýsta og ódiplomatiska linjan, har vit verða sett í høpi við ódemokratisk Sharia-lond, elvir einans til móttrýst. Vit sóu longu í gjárkvøldið, at stig eru tikin til eina øvugta undirskriftarinnsavning, har fólk í Miðvági eru farnir at savna undirskriftir inn til at varðveita fosturtøkulógina frá 1956.

Har hevur annars valdað ein ávísur vilji til at gera dagføringar í lógini, so hon verður meira tíðarhóskandi. Nú er vandi fyri, at tað fellur til jarðar, tí Føroyar verða álopnar uttanífrá og settar í bás við prestastýri í Miðeystri. Tá tað hendir, fara føroyingar upp á barrikadurnar og verja borg, og tað átti Amnesty International Føroyar av øllum at vitað.

Hiðani skal tí ljóða ein áheitan. Góðu tit øll, sum kanska eru í minniluta nú, og sum vilja føroyska samfelagið at broyta seg: Ikki biðja útlendingar um at stríðast tykkara stríð. Takið kamparnar upp her heima í Føroyum. Tað er strævnari, ja, og tað verður drúgt. Men tað er tað einasta rætta at gera. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…