Lýsing
Lýsing
Lýsing
At eykagjaldið á útjaðarafólk og -vinnu av órøttum verður bagatelliserað til at snúgva seg um eina 20-krónu er at sabotera tað sakliga kjakið, málið hevur uppiborið

At tosa um eina tjúgukrónu er manipulatión

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.10.2022 - 09:30 Leiðarin Politikkur Vinna

Prísurin á brennievni er farin umleið 3 krónur upp fyri liturin síðani kríggið í Ukraina byrjaði. Hvat hevði onkur sagt, um onkur annar segði, at reaktiónirnar upp á hækkandi brennievnisprísirnar bara snúðu seg um tríggjar krónur? Og at húsarhaldini vórðu søgd at vera sera smálig ikki at vilja ofra hesar tríggjar krónurnar?

 

Tað hevði verið fullkomiliga burturvið. Men kortini síggja vit ikki bara tilvildarlig fólk, sum ikki vita betur, men eisini onki minni enn løgtingsmenn sum Heðin Zachariassen, Johan Dahl, Bjarna Kárason Petersen og Páll á Reynatúgvu berjast sum úlvar á skóg ímóti at avtaka tunnilsgjaldið í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, uttan at viðgera tað sum tann vinnu- og útjaðaraskatt, tað er. Íbúgvarnir í Vágum og Norðoyggjum verða enntá av onkrum av hesum gjørdir til at vera sera smáligir ikki at vilja ofra hesa tjúgukrónuna.

Men talan er sjálvandi ikki um eina tjúgukrónu, líka lítið sum hækkaðu brennievnisprísirnir bara snúgva seg um tríggjar eittkrónur. Tað hevði tænt øllum, uttan teimum sum tilvitað vilja manipulera, at miðlar og onnur talaðu at hesum royndunum at niðurgera vágafólk og norðoyingar við at gera tað til, at alt bara snýr seg um eina einstaka tjúgukrónu.

Tað er ein erlig søk, at man ynskir at binda fólkini í Norðoyggjum og Vágum niður við bummgjøldum. Tað mátti ikki verið neyðugt at manipulerað og skírt norðoyingar og vágafólk hetta og hatta fyri at vera ímóti. Men tey, ið eru fyri framhaldandi bummgjøldum, vita helst fullvæl av, at tey ikki hava nakra góða søk, og tí eru tey noydd at manipulera. Og tí mugu vit tala at.

Veruleikin er sjálvsagt, at talan er um nógvar tjúgukrónur, men tá tosa vit einans um persónbilarnar. Størru bilarnir gjalda munandi meira, og tað er fyrst og fremst vinnulívið, ið nýtir størru bilarnar.

Tá tað kemur til vinnulívið í Norðoyggjum eru bummgjøldini eitt stórt haft um beinið. At fáa flutt vørur til og úr Norðoyggjum kostar meira enn t.d. úr Eysturoynni til Suðurstreym eftir oyggj, tí sjálvandi leggja flutningsfyritøkurnar antin bummgjaldið omaná til kundan at gjalda, ella eisini krevja tær ov lítið inn og verða tí verri fyri í kappingini við fyritøkur í miðstaðarøkinum. Bummgjaldið í undirsjóvartunlunum er sostatt ein vinnuskattur, ið serliga gongur út yvir útjaðarafyritøkur norðanfyri.

Hví man tað kosta meira at fáa eina sofu úr Skemmuni flutta til Klaksvíkar enn til Oyndarfjarðar? Hví man tað kosta meira at fáa eitt less av gróti frá Lambareiði til Ánirnar enn til Eiðis? Og soleiðis kundi ein blivið við. Bummgjaldið er kappingaravlagandi fyri fyritøkur norðanfyri, og dýrka vøruna fyri teir kundar, ið mugu gjalda flutning gjøgnum undirsjóvartunlarnar.

Ítøkiliga kann eg nevna, at flytifyritøkan Flyta, sum eg sjálvur eigi í, hevur í meðal árliga rindað 60.000, skrivað trýss túsund, krónur í tunnilsgjøldum í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Men tað stingur álvarsliga í bæði oyru og eygu at hoyra og lesa trøllvaksnar politikarar – ið væl vita betur – siga at ynskini um at avtaka gjøldini bara snúgva seg um eina tjúgukrónu. Tað er tann reina manipulatión, fyri ikki at siga lygn. Fyri ein ordans skuld skal nevnast, at hetta er vorðið nakað frægari í ár, av tí at gjaldið lækkaði í mai. Men sjálvt um tað lækkaði niður í helvt, er tað framvegis nógv at skula gjalda, og tað duga øll, ella eiga øll at duga, at síggja.

Hetta málið hevur uppiborið eina sakliga viðgerð. Fortreytin fyri tí er, at bummgjaldið verður viðgjørt sum tann vinnu- og útjaðaraskattur, tað er, og ikki sum ein støk tjúgukróna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar