Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Heystfagnaðurin komin fyri at vera

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.10.2022 - 15:31 Leiðarin Mentan

Føroyskt seyðahald og ókommersiellur landbúnaður til húsbrúks hevur fingið ein virðiligan og stórfingan fagnað. Heystfagnaðurin á Eiði hevur prógvað í verki, at ein tann elsti hátturin hjá okkara forfedrum at metta seg og síni eigur eitt fast pláss í ársyklusi og ikki minst í mentan føroyinga. 

 

Alt byrjaði í tí smáa í 2014. Fyriskipararnir hava helst, eins og Norðlýsið, saknað eitt tiltak á heysti, og hava sett sær fyri at gera nakað við tað. Deiliga sjálvironiskt byrjaði Heystfagnaðurin við óformliga undirheitinum “Føroya bygdasligasta tiltak”, og tað er júst tað, tað er. Føroyska bygdamentanin er ivaleyst tann mest føroyska mentanin av øllum, og tað er á bygd, at føroyska mentanin hevur tað best.

Í býunum hava útlendsk rák sera skjótt við at fáa undirtøku, og kunnu tey eins skjótt hvørva aftur. Býarfólk eru vanliga meira tað, ið danir rópa “omstillingsparate”, og tí er tað eisini í býunum, at tað er lættast fyri fremmand mótarák at fáa fótin fyri seg. Á bygd eru fólk meira konservativ upp á tann góða mátan, og hava tí torførari við at lata siðvenjur og føroyska mentan víkja fyri tíðarrákum uttan úr heimi.

Tað var um Eiðiskoll, at Risin og Kellingin ætlaðu at festa sær endan at draga Føroyar til Íslands, og í hesi sagnmiklu og ikki minst sagnkendu bygdini livir tann elsta føroyska mentanin framvegis í fagrasta blóma.

Føroya Sjómannadagur í Klaksvík byrjaði á leið á sama hátt sum Heystfagnaðurin. Nakrar eldsálir sóu ein tørv, settu sær fyri at gera nakað við tann tørvin, byrjaðu í tí smáa við einum einstøkum degi, og í dag eru tiltøkini eftir føroyskum mátistokki risastór, fevna um fleiri dagar og tiltrekkja føroyingar úr øllum landinum og útheiminum við. Men har sjómannadagurin varpar ljós á eina mentan, ið er umleið hálva aðru øld til aldar, er Heystfagnaðurin ein fagnaður av eini mentan, ið kanska nærkast at hava hálvt annað ártúsund á baki í Føroyum.

Júst nær seyður og annar fenaður av fyrstan tíð er komin til Føroya, vita vit tíverri lítið um. Seyðurin er havdur við á sjóferðum úr Noregi og bretsku oyggjunum, men um hann var við á teimum allarfyrstu vitjanunum, vita vit framvegis ov lítið um til at kunna siga við vissu. Men at hetta kæra ullinta djórið hevur klætt og gøtt føroyingin í væl yvir túsund ár, er ongin ivi um.

Heystfagnaðurin á Eiði hevur dugað heilt væl at rakt føroyingin upp á mentanina, um til ber at siga tað soleiðis. Eitt, ið føroyingum dámar ómetaliga væl, er tað at kappast. Tá fólk úr ymsum pørtum av landinum hittast, so skerst sjáldan burtur, at fólk vilja royna síni roysni og brøgd og sammeta tey við tey hjá hinum. Føroysku summarstevnurnar, sum í roynd og veru eru kappróðrarfagnaðir, tala sítt livandi mál um hetta.

 

Óvitar fylgja spentir við á neystaflagtekjuni hjá Jógvan í Løðuni

 

Á sama hátt hevur heystfagnaðurin á Eiði eisini frá byrjan havt hetta kappingarelementið, sum liggur í DNA’i føroyinga. Her hittast menn og kvinnur og royna seg í kappingum um hvør flettir skjótast, hvør ger ta bestu rullupylsuna, hvør ger ta bestu kjøtpylsuna, og eisini hevur verið kappast í, hvør flettur við størstum reinføri. Seinnu árini hava eplini vunnið frama og pláss á fagnaðinum, og kappingar eru somuleiðis í at halda eplasekkjum og um størsta eplið.

 

Úr skránni

Á ársins heystfagnaði, sum í ár er ikki færri enn fimm samanhangandi dagar í skúlaheystfrítíðini, verður bæði byrjað og at kalla eisini endað við tí andaliga. Byrjað verður við heystfagnaðarguðstænastu mikukvøldið 12. oktober og sunnudagin er so aftur guðstænasta í Eiðis Kirkju. EB/Streymur akkompagnerar við eisini at leika dyst í Betrideildini bæði mikukvøldið og sunnudagin, ímóti ávikavist 07 Vestri og KÍ. Í ár er tað serstakliga spennandi,tí EB/Streymur hevur møguleika fyri at røkka europeiskari luttøku í ár.

Men sum nevnt, so snýr heystfagnaðurin seg fyrst og fremst um tað bygdasliga. Serliga seyðahald, og hóskvøldið verða ikki færri enn tveir fyrilestrar, tann fyrri um ull klokkan 19, og tá er tað Noomi í Dali, ið heldur fyrilesturin, og aftur kl. 20, tá tað er Jens Ivan í Gerðinum, ið røðir. Fríggjadagin er seyðasýning, og harumframt eru tvey neytarelaterað tiltøk eisini á skránni, ið eru ávikavist neytalortakapping og tað at fletta kúgv. Nevndu tiltøk eru einans tey landbúnaðarrelateraðu, og øll skráin er fleiri ferðir drúgvari og áhugaverdari. Leygardagin kl. 12 setur Rógvi Egilstoft, borgarstjóri Heystfagnaðin í neystinum hjá Niels Emil. 

Skrivaðar kundu verið fleiri síður um øll tiltøkini og undanfarnar heystfagnaðir á Eiði, men vit lata hesar brellbitarnar vera nóg mikið fyri fyrst. Nú skúlarnir v.m. hava heystfrítíð, er lagað manni av báðum kynum og børnum við at avseta sær tíð til heystfagnaðin á Eiði dagarnar 12. til 16. oktober. Tí hetta er veruliga ein fagnaður, ið má upplivast.

Vit síggjast á Eiði!

 

Vegvísari til mongu forkunnugu tiltøkini

 

Skráin til Heystfagnaðin sæst her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum