Sambandskafé á Nólsoyar Pálsgøtu 20 hesa vikuna
Eins og undanfarin ár, seta politisku valkaféirnar aftur sín serstaka dám á dagarnir áðrenn valið. Valfepurin økist og hugnin gerst sjónligari í býnum. Okkara demokratisku virðir verður fagnað í hvørjum króki.
Í hesum sambandi vilja vit í Norðoya Sambandsfelag bjóðar tær at vera meir enn hjartaliga vælkomin á okkara valkafé!
Vit fara hvørt kvøld, at hava upplegg og hugleiðing frá nøkrum av valevnum floksins. Sostatt verður møguleiki at seta seg væl til rættis við einum kaffimunni og einum góðum kakustykki, og gerast klókari uppá hví vit so gjarna vilja fremja okkara sosial-liberalu virðir á Fólkatingi, føroyingum og Føroyum at frama.
Skráin er soleiðis:
Týsdagin 25. oktober: Opið verður frá kl. 1930 og úteftir. Hetta kvøldið kemur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, at hava eina hugleiðing fyri okkum.
Mikudagin 26. oktober: Opið verður frá kl. 1930 og úteftir. Hetta kvøldið koma løgtingslimir Sambandsfloksins, Helgi Abrahamsen og Edva Jacobsen, á vitjan. Tey koma eisini at siga nøkur orð.
Hósdagin 27. oktober: Opið verður frá kl. 1930 og úteftir. Hetta kvøldið kemur landsstýrismaðurin í vinnu- og umhvørvismálum, Magnus Rasmussen, á vitjan. Hann hevur eitt upplegg um hvussu hann upplivdi at vera avloysari hjá Edmundi Joensen, á Fólkatingi. Hetta kvøldið spælir Magni Husgaard nøkur løg fyri okkum.
Fríggjadagin 28. oktober: Opið verður frá kl. 1930 og úteftir. Hetta kvøldið kemur løgtingsmaður Sambandsfloksins, Frimodt Rasmussen, og valevni floksins, Hanna Ovadóttir at hava eitt upplegg. Umframt hetta, hevur borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, Karl H. Johansen, eitt upplegg. Magni Husgaard spælir nøkur løg fyri okkum.
Leygardagin 29. oktober: Morgunkaffi frá kl. 1000 til 1200. Her verður møguleiki at stytta sær stundir og annars njóta hugnaliga samveru saman við øðrum, ið koma framvið. Hetta kvøldið verður ikki valkafé, vegna steypafinalurnar hjá Klaksvíkar Ítróttarfelagi.
Sunnudagin 30. oktober: Opið verður frá kl. 1930 og úteftir. Hetta kvøldið kemur løgtingsmaður Sambandsfloksins, Frimodt Rasmussen, og valevni floksins, Hanna Ovadóttir at hava eitt upplegg.
Á valdegnum 31. oktober, verður ongin valkafé.
Øll kvøldini eru sjálvandi ókeypis - veri vælkomin at leggja leiðina forbí Nólsoyar Pálsgøtu 20, til gott sambandsprát :)
** Norðoya Sambandsfelag seg at koyra fólk á valstaðið. Ynskir tú at verða koyrd/koyrdur, ver vælkomin at boða okkum frá á telefon +298 588873 (Áron Vest, nevndarlimur í Norðoya Sambandsfelag). **