Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein er súðin eftir at syfta

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.10.2022 - 10:30 Ítrottur Leiðarin

Flaggskipið hjá Klaksvíkini, KÍ, hevur lyft standardin á føroyskum fótbólti himmalhøgt. Hini feløgini hava torført við at fylgja við, og tað verður seinur dagur, áðrenn fleiri av metunum hjá KÍ verða tikin. Nú er seinasti vørrurin eftir, og vit biðja til, at eisini Løgmannssteypið og harvið greipan endar í Klaksvík.

 

Met, met og aftur met. Fremsta mansliðið í fótbólti hjá Klaksvíkar Ítróttarfelagi hevur í ár og í fjør sett ikki færri enn sjey met, nógv teirra við fleiri longdum. Tað størsta er metið í stigum. Við heili 77 stigum, komin til høldar við at vinna 25 dystir, spæla 2 javnar og ongan tapa, tók KÍ metið upp á 73 stig frá HB. Met nummar tvey var minst líka ótrúligt, og tað var at einans 7 mál fóru framvið úrmælinginum Mathias Rosenørn í málinum. Hetta er púra óhoyrt. Undanfarna metið átti KÍ sjálvt, og var tað 12 mál ímóti í 2021.

Í ár varð eisini metið fyri at vinna klárast sett. HB tók metið í 2018 við tað árið at vera ikki færri enn 18 stig frammanfyri nr. 2, ið tá var NSÍ. Í ár var KÍ heili 19 stig frammanfyri nummar 2, ið er Víkingur við 58 málum. Hetta er eisini púra óhoyrt. Tað sama vóru tey bæði metini frá í fjør, nevniliga flest skotin mál, 99 í tali, og størsti málmunur, +87 mál. Umframt hetta megnaði KÍ eisini at vera ósigrað í einum kappingarári. Tað er ongantíð hent fyrr, síðani farið varð yvir til 27 umfør í 2005.

Seinasta, men ikki minsta, metið tók KÍ eisini frá sær sjálvum. Heili 21 dystir kom nevniliga onki mál ímóti KÍ. Gamla metið var 18 dystir uttan mál ímóti, og tað átti KÍ sjálvt. Tilsamans eigur KÍ sjey tey størstu metini í føroyskum landskappingarfótbólti. Alt í alt eitt heilt ótrúligt ár hjá Klaksvíkar Ítróttarfelagi. Men tað er ikki liðugt enn.

Nú er ein dystur eftir, og hann er tann størsti einstaki dysturin í 2022. Í ár hevur onki føroyskt felag megnað at sigrað á KÍ, og teir flestu dystirnar hevur onki felag verið í nánd av tí heldur. Einstakir dystir hava tó verið, har mótstøðufeløgini hava verið nær, og tað sterkasta av teimum hevur júst verið Víkingur, sum fult uppiborið endaði sum nummar tvey í landskappingini.

Tað var stórt, tá KÍ eftir 17-ára oyðimarkargongd endiliga vann Løgmannssteypið aftur í 2016. Hetta var í einum tøttum dysti ímóti Víkingi, ið endaði 1-1 í vanligari tíð, har KÍ vann uppá brotssparkskapping. Og tað var uppaftur størri, tá KÍ eftir 20-ára oyðimarkargongd vann føroyameistaraheitið í 2019. Hvat er so eftir at taka, kann ein spyrja? Svarið er stutt og greitt: Greipan!

Seinast KÍ vann “The Double” við føroyska kelinavninum greipuna, var heilt afturi í 1999, t.v.s. í farnu øld. Til tess at røkka henni nú í 2022 krevst ein steypasigur nú leygardagin 29. oktober. Hon er tað seinasta avrikið, sum KÍ vantar at avrika hesa øldina. Til ársveitsluna heittu bæði formaðurin í KÍ og borgarstjórin í Klaksvík á fólk um at møta talsterk upp á Tórsvølli, og hervið heitir Norðlýsið á øll við bláum blóði um at gera tað sama.

Vinnur KÍ greipuna komandi leygarkvøld, blívur tað ikki størri í Føroyum. Komið tí allir norðoyingar, ið ganga og krúpa kunnu, suður at stuðla okkara kæra felagi fyri seinastu ferð í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund