Lýsing
Lýsing
Lýsing
Norðlýsið er sera týðandi fyri Norðoyggjar, segði Karl Birgir, sum hevði nógvar álitissessir, m.a var hann formaður í Norðoya VInnulívsráði tá vit keyptu Norðlýsið í 2017. | Mynd: nordlysid.fo

Til minnis um Karl Birgir Isaksen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.10.2022 - 12:31 Leiðarin Merkisdagar & Kunngerðir

19. september 1964 – 23. oktober 2022

Tað er ómetaliga torført og svárt at skriva minningarorð um ein, ið verður tikin frá okkum á alt ov ungum árum. Tá deyðin rakar so brádliga og óvæntað, er tað valla til at skilja. Ein situr eftir við so mongum spurningum, væl vitandi, at teir aldrin fáa svar. Og kanska er tað ikki alt, vit skulu skilja.

Karl Birgir Isaksen var sjálv ímyndin av lívi. Alla staðni, hann var, var lív. Øll, ið hava havt tann framíhjárætt at starvast við ella samstarva við Karl Birgiri, munnu kunna skriva undir uppá, at hann elskaði at seta lív í. Var ov kvirt, var hann kvikur við eini skemtiligari søgu, og væl dugdi hann at vera speiskur uppá tann vælmeinandi, stuttliga mátan. Minnist serliga søguna hann skemtiliga plagdi at taka til, tá hann og pápi runnu eftir einum bankatjóði í Danmark og fangaðu hann - teir vóru sum býráðslimir í vinarbýar ørindum í Odense. 

Tað lætta lyndið í Karl Birgiri gjørdi, at hann kom nógv runt, og var avhildin av mongum. Sum stjóri í egnari fyritøku var hann sera væl dámdur av sínum starvsfólkum, og viðskiftafólk lótu væl at hansara tænastusinni. Fyritøkan KBI hevur so sanniliga ríkað vinnuvirksemið í Norðoyggjum upp á fleiri mátar.

Ein so virkin eldsál sum Karl Birgir Isaksen er sjáldsom. Mangan hevur ein undrast á, hvaðani Karl Birgir fekk alla orku sína. Afturat at vera stjóri og sjálvstøðugur vinnurekandi fulla tíð og væl tað, lyfti Karl Birgir væl meira enn sín part í Føroya Sjómannadegi, sum hann var við til at byggja upp frá grundini og gekk upp í við lív og sál. Hansara stóra hjarta førdi hann eisini kring um til einsom, støk og eftirsitandi við jólagávum á hvørjum ári.

Hóast alt hetta var Karl Birgir lítillætnið sjálvt. Ongantíð hoyrdist Karl Birgir gremja seg um nakað. Hóast eitt øgiligt arbeiðstrýst lá á honum til tíðir, klagaði hann aldrin. Og hann var eins kravlítil og hann var hjálpsamur. Tað var sum um tað at hava glett onkran var nóg mikil løn í sjálvum sær fyri Karl Birgir.

Tað var tí heilt óveruligt at frætta farna sunnudag eftir ársveitsluna hjá Klaksvíkar Ítróttarfelagi, sum eisini átti eitt stórt pláss í hjartanum hjá Karl Birgiri, at hesin lívligi og góðsligi maðurin við tí lætta lyndinum ikki longur var okkara millum. Mong okkara høvdu jú júst sæð hann, glaðan og fullan av lívi, akkurát sum vit kendu hann best, bert fáar løtur frammanundan.

Saknurin er stórur millum okkum øll, ið kendu Karl Birgir. Men svárastu sorgini um missin av hesum megnarmanni sita vív, børn og abbabørn hjá Karl Birgiri nú við. Tað er mín inniliga vón, at tey mega finna troyst og styrk í góðu minnunum um tann heiðursmann, ið maður, pápi og abbi teirra var.

Friður veri við minninum um  Karl Birgir Isaksen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)
Mjølnir vunnu FK kappingina
Føroya Byggifrøðinga­felag 50 ár