Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen

Trý ár afturat við Betri

SKRIVAÐ: FSF  |  11.11.2022 - 14:14 Ítrottur Tíðindi

Nú er greitt, at Betri heldur fram sum høvuðsstuðul hjá meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum, eins og Betri framvegis verður ein av høvuðsstuðlunum hjá kvinnulandsliðnum

– Vit hava verið sera væl nøgd við samstarvið undanfarnu árini, og tað kemur tí væl við, at hendan avtalan verður longd. Tað hevur eisini stóran týdning, at vinnulívið er við, og vit eru sjálvandi erpin av, at ein so stórur viðspælari framvegis ynskir at vera á okkara liði, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya. 

Fyrrapartin hósdagin skrivaðu Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, og forsetin í FSF, Christian Andreasen undir nýggja stuðulsavtalu, ið inniber, at verandi avtala verður longd við trimum árum, og er sostatt galdandi til endan av 2025. 

Tað merkir, at eisini næstu trý árini fara fremstu deildirnar hjá kvinnum og monnum framvegis at eita Betri Deildin, samstundis sum Betri framhaldandi verður ein av høvuðsstuðlunum hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum. 

Eisini í Betri samtakinum eru tey errin av at vera ein av stóru og sterku viðspælarunum hjá kvinnulandsliðnum, og hjá føroyskum fótbólti sum heild.

– Vit ynskja alla tíðina at ganga nýggjar leiðir, og nú kvinnurnar skulu undir ein nýggjan kappingarleist í UEFA Nationas League, so vilja vit sjálvandi vera við. Fótbóltur fyllir eisini nógv í samfelagnum – í øllum aldursbólkum. Fótbóltur er savnandi og mennandi, ið samstundis er nakað, sum vit eisini stremba eftir hvønn dag, sigur Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum.

Betri Deildin 2023 hjá monnum byrjar væntandi fyrsta vikuskiftið í mars, meðan Betri Deildin 2023 hjá kvinnum væntandi fer av bakkastokki ein góðan mánað seinni. Lutakastið til fyrstu UEFA Nations League kapping hjá kvinnum verður eisini um sama mundi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald