Lýsing
Lýsing
Leiðslan hjá KÍ arbeiðir í hesum døgum við at finna nýggjan høvuðsvenjara til kappingharárið 2023. | Mynd: ki.fo

Hava ikki funnið nýggja KÍ-venjaran enn

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  17.11.2022 - 14:01 Ítrottur Tíðindi

Fyrr í vikuni gingu søgur um, at KÍ hevði sett nýggjan høvuðsvenjara. Men hetta er ikki rætt.

Nú eru góðar tvær vikur síðani, at KÍ bleiv uttan høvuðsvenjara. Frá KÍ frætta vit, at tað hevur verið og verður framvegis arbeitt hart fyri at finna rætta persónin. Sum skilst er tað framvegis í Skandinavia, at hugt verður. Og tað er ikki vist, at tað verður ein venjari, sum í løtuni stendur uttan starv, tí eisini verður hugt eftir venjarum, sum eru í starvi, tí í summum førum kunnu hesir sleppa leysir, tá eitt lið sum KÍ við Champions League fótbólti stendur sum ein møguleiki.

Fyrr í hesi vikuni gingu nógvar søgur um, at venjarin var settur. Men frá KÍ frætta vit, at hetta er ikki rætt. Eingin venjari er komin uppá pláss, men í hesum økinum kann tað ganga skjótt, men tað kann eisini ganga nakað av tíð. KÍ er eisini í kapping við onnur feløg í Skandinavia, tí flestu kappingarnar liggja stillar og í Skandinavia eru fleiri feløg, sum mangla venjarar.

Á leikarasíðuni og venjaratoyminum væntast einki at henda fyrr enn nýggjur høvuðsvenjari er settur. KÍ hevur sáttmála við nærum allar leikararnar, sum spældu regluliga í 2022. Stóra ivamálið er á málmansøkinum, har tað sær út til, at KÍ møguliga skal hava tveir nýggjar málverjar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…