Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tørvur er á meira gransking í Føroyum.

SKRIVAÐ: Marnar Fríðheim Kristiansen  |  24.11.2022 - 18:00 Politikkur Tíðindaskriv

Ongantíð áður hevur so nógv vitan verið tøk sum í dag. Samstundis hevur tað ongantíð verið so trupult at vita, hvørjari vitan vit skulu lurta eftir. Tí hava vit tørv á sterkum vitanarstovnum, sum kunnu lýsa vegin framman fyri okkum.

Í ársfrágreiðingini frá Fróðskaparsetrinum bleiv víst á, at vísindalig gransking er avgerandi fyri, at framkomin samfeløg kunnu standa mát í longdini.

 

Vit standa sum samfelag frammanfyri nógvum stórum avbjóðingum. Heimurin fer at broytast orsakað av veðurlagsbroytingum. Vit hava tørv á einum grønum orkuskifti. Vit skulu endurnýggja og áhaldandi menna okkara vinnur. Tað fara at vera fleiri og fleiri eldri, sum hava tørv á ymsum sløgum av hjálp.

 

Hesar avbjóðingar kunnu vit vera við til at lyfta, um vit hava eitt sterkt granskingargrundarlag at byggja á.

 

Tað hevur ikki verið ein rík siðvenja at granska í Føroyum, men seinastu árini hava vit sæð eina gongd, har tað verður granskað meira og meira. Hesum eiga vit at stuðla.

 

Stuðulin til gransking frá landinum hevur staðið í stað í nógv ár. Stuðulin til gransking eigur at hækka.

 

Um eg verið valdur, fari eg at arbeiða fyri, at vit raðfesta og virðismeta gransking í nógv størri mun, enn vit gera í dag.

 

Marnar Fríðheim Kristiansen,

Valevni fyri Javnaðarflokkin

 

Les frágreiðingina um tørvin á granskingarstørvum her: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/arsfragreiding-torvur-er-a-granskingarstorvum/. Okkara politikarar eiga at raðfesta hetta øki hægri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ragnar og Liz verða við á møtinum í Bete…
Sum smádrongur ræddist eg doktarabátin
Tvær kirkjur í Klaksvík
KÍ tapti í Gundadali
Hesir fiskaðu fyri mest í 5A í 2022
Myndarøð: KÍ kvinnur­nar vunnu stórt á 07…
Heim eftir Garðaveg­num í minninum
Verjir psykiatri­lógin veruliga?
Lea 34.31 og føroyskt met í 50 bringu
Eykaaðalfundur hjá Norðoya Bjargingarfel…
KÍ vitjar HB í morgin
Løgmaður Føroya og Ísrael
GLS 2023 - íblástur til leiðarar!
Býráðið vil tryggja gjaldførið
Veðrið um vikuskiftið
Fyrra steypakapping í estetiskum fimleik…
Poddvarp um sorg: Til tey, ið hava mist…
Holocaust minningarhald í Kelduni
Falkenberg sett upp á pláss – Javnaðarfl…
Magne Hoseth fer undir Pro-venjaraútbúgv…