Lýsing
Lýsing
Lýsing

Politiskur fundur á Búðatrøð í dag

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther og Oliver Joensen  |  24.11.2022 - 22:25 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi

Mona Maria Fuglø, deildarleiðari á Heiminum við Vágna hjá NBH, sigur, at tað vóru tey á heiminum, sum saman við leiðsluni í eldrarøktini, sum skipaðu fyri. Vit hildu, at tað var upp á sítt pláss at halda ein slíkan fund, tí í politiska meldrinum, sum nú er, eiga tey eldru ikki at verða gloymd. Fleiri teirra eru ikki so mobil og koma kanska ikki so nógv út, tí hildu vit at tað var ein tænasta til tey eldru frá teim uppstillaðu, at tey komu til okkara og svaraðu nøkrum spurningum. Spurningum, sum vit høvdu givið teimum uppstillaðu frammanundan, og spurningar úr salinum. Dávur Winther leiddi fundin.

Spurningarnir, sum tey uppstillaðu fingu frammanundan vóru hesir:

Hetta eru spurningarnir, sum eru sendir til umboðini fyri hvønn flokk:

 

“Viðvíkjandi spurningum til pallborðsfundin, 24. Nov kl 15-17.

Hvat heldur tú, skal gerast fyri at fáa útbúgvið fleiri starvsfólk til eldraøkið?
Hvat heldur tú um frágreiðingina hjá Bústaparráðnum “Í góðum hondum”?
Hvussu kann tilmælið frá Búskaparráðnum umsetast til praksis í Norðoyggjum?
Búplássini í NBH eru sera ymisk. Onkur hevur 8 fermetrar at húsast á og má deila baðirúm við fleiri onnur, meðan onnur hava stórt rúm og bæði egið baðirúm og tekøk. Hvat heldur tú um tað?
Fleiri standa á bráðfeingisbíðilista til búpláss. Hvørjar tankar gert tú tær um tað?”

Løtan var sera hugnalig og tjakast varð um fleiri spurningar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kl. 12.00: 436 verið á vali
Valevnini vitjaðu Norðlýsið
Bil á valstaðið
Borgar­stjó­rin stúrin fyri hvat hendir af…
Góðu Fólka­floksveljarar
FYRST VÁGUR, NÚ FØROYAR
Kaféirnar væl vitjaðar
Góði veljari
Íbúðaveiting
Eftirløn – nýbrot.
Skúlin er ikki fyri øll!
Slagið stendur í morgin
GOTT VAL 
Arbeiðsmarknaðarmál skulu á skrá
Menniskjalív við lív í
Tey 10 politisku boðini
Rossini á Skoradali
Robottur ella røktari
EINFALDA MÁLIÐ UM GONGD Í HAGA
GOTT VAL