Lýsing
Lýsing

KÍ kvinnurnar fáa danskan venjara

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  26.11.2022 - 18:04 Ítrottur Tíðindi

Besta kvinnuliðið hjá KÍ fær danskan venjara næsta kappingarár. Sáttmáli er gjørdur við Kristoffer Kvistgaard næstu tvey árini

Nú er greitt, hvør skal venja besta kvinnuliðið hjá KÍ. Tað verður danin, Kristoffer Kvistgaard, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá fremsta kvinnuliðnum hjá AaB, sum er farið ósigrað gjøgnum hetta kappingarárið og hevur harvið vunnið fyrstu deild.

Kristoffer Kvistgaard er 32 ára gamal, seinasta árið hevur hann verið ítróttarstjóri í AaB og vant besta kvinnuliðið hjá teimum. Harafturat hevur hann verið hjálparvenjari í Liga liðnum Kolding Q, sum í dag eitur Kolding IF. Kristoffer Kvistgaard hevur eisini verið úrvalsvenjari í FC Midtjylland, og hann hevur vant úrvalsgentur í Vildbjerg SF. Harafturat hevur hann BA í ítróttarleiðslu, og hann hevur UEFA A venjaraprógv.

Hann var høvuðsungdómsvenjari hjá MB kappingárið 2020, og tí kennir hann nakað til føroyskan fótbólt og veit, at KÍ er eitt sigursvant felag – serliga á kvinnusíðuni.

- Eg kenni KÍ, sum eitt framúr felag í stórari framgongd, sum eg gleði meg til at vera ein partur av, sigur nýggi venjarin hjá KÍ kvinnunum, Kristoffer Kvistgaard.

Umframt at vera venjari hjá kvinnunum verður Kristoffer Kvistgaard eisini partur av venjaratoyminum, sum tekur sær av morgunvenjingunum á Akademinum, og so fær hann eisini aðrar venjarauppgávur.

- Hvørjar hesar uppgávur eru, avdúka vit í næstu viku, sigur Jonas Nielsen, Akademistjóri, sum gleðir seg til samstarvið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin