Lýsing
Lýsing
Lýsing

Greiður sigur til Stjørnuna

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  26.11.2022 - 22:57 Ítrottur Tíðindi

Stjørnan livdi upptil favoritheitið, tá tær í dag tókum ímóti VB. Dysturin endaði við einum greiðum sigri til Stjørnuna uppá 34-22.                                                                                                                                            Stjørnan setti seg á dystin frá byrjan av, og var tað ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var. Sum fyrri hálvleikur leið, økti Stjørnan støðugt um leiðsluna. Hálvleiksstøðan var 14-9 til Stjørnuna. Gongdin var tað sama gjøgnum seinna hálvleik, og endaði dysturin við sigri til heimaliðið uppá 34-22.                                       Við sigrinum er Stjørnan komin uppá 12 stig fyri átta dystir, eitt stig færri enn oddaliðini H71 og Kyndi sum hava 13 stig fyri sjey dystir. Hesi bæði liðini hittast í morgin.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 7, Jancy H. Jacobsen 6, Mina S. Hendriksen 5, Durita Ljóstein 4, Iulia Navliko 4, Melene Madsen 3, Joan Sørensen, Sonja S. á Bergi, Bergit Svarvadal og Anna Jacobsen 1 mál hvør.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld