Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið í Árnafirði  tendrað

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  27.11.2022 - 14:20 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjárkvkvøldið varð jólatræið í Árnafirði tendrað.

Veðrið var ikki av tí besta, og tí varð valt at fara inni í gamla bygdahandilin hjá Fanny, har hópurin av fólki møtti at halda jólatræshaldið.

Klaksvíkar Hornorkstur spældi áðrenn Gudny Mortensen, sum er úr húsunum beint niðanfyri, har jólatræið stendur, helt røðu.

Gudny hugleiddi væl um m.a. sínar ungu dagar við jólahaldi í Árnafirði, um ag ganga um Skarið fyri at koma til Klaksvíkar at keypa góðgæti undan jólum. Eisini um miss, tey høvdu verið fyri beint undan jólum fyri nógvum árum síðani, sum ávirkaði tey undan jólum.

Klaksvíkar Hornorkestur spældi til endans Gleðilig jól, har fjøldin, sum var samankomin í hugnaliga handlinum, sjálvandi sang við.

Ein vakur og hunaligur siður, har eisini kirkjan er tendrað, og har eisini gamli handin kemur til heiður og æru, beint omanfyri jólatræið.

Boðið varð til ein kaffimunn og rílalamande í gamla bygdahandlinum eftir haldið, og prátið gekk lystiliga.

Ein sera hugnalig løta!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund