Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjar alliansur kunnu taka skap

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.12.2022 - 10:00 Leiðarin Politikkur

Tann 8. desember fagna vit fólkaræðinum í Føroyum. Tann dagin skulu vit seta krossin við tann flokk og/ella persón, ið vit vilja skal stjórna okkum komandi 4 árini. Samstundis verður tunnilsdagur fyrireikaður, heimsmeistarakappingin í fótbólti er fult í gongd, fíggjarlógin fyri 2023 er í umbúna, og fólk stákast sjálvsagt eisini til jóla. Desember mánaður verður sostatt óvanliga hendingaríkur, har løgtingsvalið verður tað, ið fyllir mest fram til tann áttanda.  

 

Tað eydnaðist at fáa innanhýsis stríðsøksina jarðaða og jólafriðin at ráða, hóast ófriður er í eystara partinum av Europa. Fimm av sjey flokkum høvdu annars sagt seg ikki kunna liva við eini fiskiveiðuavtalu við Russland, men tá avtornaði, hálsaðu fýra teirra um, tveir stórir og tveir lítlir. Harvið kom breið semja í lag fyri at gera avtalu fyri 2023. Hetta var ivaleyst tann rætta avgerðin at taka, hóast kríggið og álopið á Ukraina heilt víst smakkar øllum føroyingum illa.

Hetta løgtingsvalið fer at vera eitt av teimum meira spennandi. Vit hava sæð stórar byltingar í onkrum av flokkunum, fleiri flokksskifti enn vant og smávegis forskjótingar í øðrum flokkum. Vit skulu venja okkum við, at ein fólkafloksmaður nú er framsóknarmaður, ein føroyafloksmaður nú er sjálvstýrismaður, ein fólkaflokskvinna nú er tjóðveldiskvinna, og at ein framsóknarkvinna nú er sambandskvinna.

Hartil skulu vit siga farvæl til nøkur kend andlit. Millum teirra er løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, ið vegna aldur fer frá. Fyrrverandi formaðurin í Fólkaflokkinum, Christian Andreasen, stillar heldur ikki upp aftur, og tað ger Norðoyatingmaðurin við stóra N, Jákup Mikkelsen, heldur ikki. Fasti varalimurin hjá Fólkaflokkinum, Heðin Zachariassen, takkar eisini fyri seg. Í Tjóðveldi hevur Beinta Løwe boðað frá, at hon ikki stillar upp aftur. Hiðani skal ljóða ein tøkk til tey øll fyri at hava umboðað okkum hetta seinasta valskeiðið.

Hesi floksskifti og fráfaringar gera, at heilt nógvar atkvøður eru í spæli til hetta løgtingsvalið. Tað er ongin sjálvfylgja, at atkvøður fylgja einum tingfólki yvir í ein annan flokk, so tað verður sera spennandi at síggja, hvat veljarin heldur um floksskiftini. Hartil kemur, at tey, ið atkvøddu fyri teimum, ið nú gevast í politikki, mugu finna onkran annan ella onkra aðra at atkvøða fyri.

Okkara valskipan er soleiðis háttað, at fær sitandi samgonga ikki ein meiriluta ímóti sær, nýtist hon ikki at fara frá. Tað merkir, at fáa Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin 17 tingfólk, so er ikki neyðugt við stjórnarskifti. Men allar nýggjaru veljarakanningarnar benda á, at vit fáa eina aðra stjórn enn ta núverandi, tí teir tríggir flokkarnir ikki fáa 17 tingfólk. Tað er eisini ivasamt, um Miðflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu halda fram saman, tá (høvuðs)orsøkin til, at valið varð útskrivað, var, at løgmaður segði formann Miðfloksins úr starvi.  

Í stuttum kann tí sigast um hetta valið, at har valið í 2019 var millum blokkar, andstøða ella samgonga, er valið 8. desember 2022 púra opið. Tað kann væl vera, at samgongan frá 2015 til 2019 kemur afturíaftur, men vit kunnu eisini síggja heilt nýggjar alliansur taka skap.

Í sambandi við løgtingsvalið ger Norðlýsið eitt stórt valblað, ið kemur í hvørt heim í Norðoyggjum týsdagin 6. desember.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Durita Samuelsen og Anne Mar…
Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkra­hús
Frá Melodi Grand Prix til Basel: Sissal…
Hallur Hansson hevur gjørt nýggjan sáttm…
476 uppskot til maskott
Eykaaðalfundur hjá MEGD
Lurtið eftir fólkinum ið her býr!
Nógv góð ross at síggja í aðru Safari ut…
GG. Vit sóknast eftir lutum til eina fra…
Skotnir á áarbakka­num og blakaðir í Dona…
Team Klaksvík hevur fingið nýggja nevnd
6. B vitjaði Norðlýsið
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv