- Tú ert ein sonn fyrimynd
segði Aleksandra á Dul, sjúkrahússtjóri millum annað í røðu sínari tá tey á Klaksvíkar Sjúkrahúsi høvdu eina hugnaløtu fyri Jóhan Poulsen í sambandi við at hann hevur 50 ár á baki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Vit prenta røðuna hjá Aleksandru á Dul, sjúkrahússtjóra
Góðu øll somul
Deiligt at vit hava møguleika at koma saman her í dag, í sambandi við, at Jóhan Poulsen, serlækni í urologi, er komin á Klaksvíkar Sjúkrahús í 50 ár.
Tað verður ofta tikið til, at nakað heilt serligt býr í veggunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta heilt serliga, er ikki nakað, sum ein kann taka í ella føla uppá, men er heldur ein kensla, sum kemur til sjóndar gjøgnum starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi – og tá nýggj starvsfólk seta føtur inn her, gongur ikki long tíð, so kenna tey eisini til hesa kensluna. Í so máta kann ein siga, at hetta heilt serliga smittar. Og sjálvt um vit á sjúkrahúsinum ikki eru glað fyri smittur, so eru vit sjálvandi glað fyri at henda serliga kenslan smittar og sleppur at blóma á okkara sjúkrahúsi.
Tey, ið fáa hesa kensluna innundir húðina, royna ofta at seta orð á kensluna, sum tey kenna á sær - og tað er ymiskt hvussu hon ger um seg og kemur til sjóndar hjá tí einstaka starvsfólkinum. Summi lýsa hetta heilt serliga, sum eina kenslu av at hoyra til, meðan hjá summum kemur hon fysiskt til sjóndar, við at starvsfólkini afturvendandi trekkja uppá smílibandið ella koma syngjandi framvið sínum starvsfeløgum og sjúklingum í húsinum. Onnur fáa totalt yvirskot og blomstra við at seta dygdargóð átøk í verk, ið kemur sjúklinginum tíl góðar. Og um eg skal meta, so hevur Jóhan øll omanfyrinevndu symptomir
Tað kemur eisini meira enn so fyri, at sjúklingar og teirra avvarðandi, ið hava ørindi á sjúkrahúsinum, taka hetta heilt serliga upp á tungu, tí tey eisini koma at kenna hesa góðu kenslu av vælveru, tey kenna seg vælkomnan og at tey eru í góðum hondum.
Um eg skal seta orð á hetta heilt serliga, so seti eg sjóneykuna á øll starvsfólk, ið starvast her. Tí eg eri ikki í iva um, at upprunin til hesa góðu kenslu stavar frá øllum starvsfólkunum, sum hava starvast á sjúkrahúsinum gjøgnum ár og dag. Og har ímillum er okkara góði Jóhan. Í 50 ár hevur hann verið viðvirkandi til at kenslan er “gjødað” og er blivin meira eyðsæð millum okkara starvsfólk, sjúklingar og avvarðandi. Jóhan hevur saman við starvsfólkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi íverksett og fingið serøkið urologi at virka – og hetta á einum høgum stigi, sum kann sammetast við internationalt støði. Og síðani 2015 hevur Jóhan virkað sum visitator innan urologiska økið í sjúkrahúsverkinum, og hevur ment serøkið til tað, tað er í dag. Við øðrum orðum, er tað ígjøgnum verkið, at Jóhan hevur “gjødað” hesa góða kenslu. Hann er góður til at inndraga og læra frá sær, og hetta hevur sjúkrahúsið notið gott av, tí starvsfólkini fáa góðan lærdóm, sum aftur kemur sjúklingum til góðar.
Jóhan fær nógv av skafti frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, umframt at í vikuskiftinum sær og viðger Jóhan nógvar sjúklingar og harvið eru nógv starvsfólk til arbeiðis. Jóhan er serlækni í urologi og hann er ikki ein persónur, ið fer uppá kompromis, men setur heldur stór krøv til tað urologiska serøkið í sjúkrahúsverkinum, bæði tá ið tað kemur til veitingar, útgerð, karmar og førleikar í urologiska toyminum og til sjúkrahúsleiðsluna. Tað er eingin ivi um, at Jóhan arbeiðir fyri at tryggja at sjúklingar fáa allarbestu viðgerð, tí talan er ofta um álvarsligar sjúkur, so sum krabbamein í undirlívinum. Vit eru takksom fyri, at Jóhan hevur gingið so høgt uppí sína uppgávu og hegnisliga greitt okkum frá týdninginum av, at sjúklingar í Føroyum fáa eins góða og professionlla viðgerð, sum í okkara grannalondum.
Jóhan er altíð væl fyrireikaður og kennir sínar sjúklingar, sum vóru tað hansara egnu børn. Eg havi ofta upplivað, at sjúklingar eru komnir til mín og hava róst Jóhan fyri hansara nærveru og nærlagni. Millum annað havi eg fingið fortalt, at hann ofta setir seg í samband við teir eftir arbeiðstíð fyri at hoyra, hvussu tað gongur og hvussu teir hava tað.
Jóhan, vit kenna øll orðingina “lat ikki ljósið brenna í báðum endum”, tí so brennur tú skjótari út. Hetta er ikki tilfeldið hjá tær, Jóhan. Tú ert í tínum essi, tá ið tú hevur fult program, og jú betur eg eri komin at kenna teg, so er tað faktisk ikki tú tær dámar at “hava travlt”, men heldur tí tað liggur tær nær at hjálpa sjúklingunum og vera har fyri sjúklingarnar, og hetta gevur tínum fakliga yrki innihald.
At enda vil eg siga, at tú kennir ábyrgd, dugir at inndraga starvsfólk og vísa á loysnir um okkurt skal gerast øðrvísi og betur. Og henda atferðin smittar og tað kunnu vit fegnast um, tí tú ert ein sonn fyrimynd.
Sjálvt um tú hevur rundað tey 70 árini, hevur tú ikki ætlanir um at leggja frá tær – tíbetur – men sum tú ofta hevur tikið til seinasta árið, so ert tú farin í eina tilgongd við at “saga greinina” sum tú situr á. Við øðrum orðum, ert tú við til at gera teg sjálvan arbeiðsleysan ella óneyðugan. Tí tú hevur seinastu árini arbeitt málrættað við at finna, forankra og menna nýggjar urologar til føroyska sjúkrahúsverkið, til at taka yvir, tá ið tú einaferð takkar fyri teg. Tað kemur so ongantíð at vera ein óneyðug gerð, óansæð hvussu tú sagar hasa greinina. Tað kunnu vit øll, sum virka innan sjúkrahúsverkið, fegnast um.
Góði Jóhan, vit síggja fram til eitt framhaldandi samstarv í tíðini sum kemur.
Takk fyri títt trúfesti.