Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sandoyggin – Føroya matkovi

SKRIVAÐ: Grímur Sundstein  |  30.11.2022 - 19:45 Lesarabrøv Politikkur

‘Sandoy grøn og heldur lág, gras á nærum hvørjum bletti’ soleiðis, yrkti Hans Andr. Djurhuus á sinni.

Sandoyggin – Føroya matkovi
‘Sandoy grøn og heldur lág, gras á nærum hvørjum bletti’ soleiðis, yrkti Hans Andr. Djurhuus á sinni.
Gróðrarríka lendið í Føroya næststørstu markatalsbygd er m.a. karmur um Mat&Mold-Mentanarháskúlan, Eplafestivalin og framúrskarandi upplivingina í KvF-sendingini ‘Spískamarið’ við Gutta Winther.
Skálavík við sínum 48 merkrum og væl grasaða slættlendi og Húsavík eru væl skikkaðar og eisini gamlar landbúnaðarbygdir
Søguliga sæð hevur Sandoyggin eisini tænt sum matkovi og hjallur hjá Føroya fólki.
Í árunum 1808-1810 undir Napoleonskrígnum, tá Løbner var kommandantur í Skansanum, var hungur í Føroyum, tí bretsk herskip avbyrgdu okkum frá Danmark. Bert 1,570 tunnur av korni komu til landið í 1808, sama ár sum Nólsoyar Páll gekk burtur.
Hóast okkum tørvaði 10,000 tunnur (600 tons), megnaðu vit bert at velta góð 300 tons sjálvi. Kgl. Handilin legði hald á kornið, sum kom til landið, og skamtaði tað millum oyggjar og fólk.
Hesum fekk Sandoyggin ikki lut í, tí hennara fruktargóði bøur og veltur góvu nóg mikið av sær til at metta allar munnar í oynni.
Seinni, undir bæði 1. og 2. heimsbardaga føddi oyggin nógvar føroyingar um alt landið við eplum, rótum og grønmeti.
Enn tann dag í dag velta og dyrka sandoyingar mangt og hvat.
Sandoyggin er staðið, har fólk í øllum aldri kunnu kveikja sær vitan og tilvit um matfeingi, gróður, grøði, sjálvbjargni, matlist, náttúru og burðadygga náttúrunýtslu.
Vit í Fólkaflokkinum vilja skapa karmar fyri, at fleiri slíkar vinnur kunnu mennast í Føroyum. Vit vilja millum annað:
·       Orða ein matvøruframleiðslupolitikk, ið stuðlar føroyskari framleiðslu og gangnýtslu av mat- o.a. rávøru, bæði á landi og á sjógvi.
Tí á Sandoynni hevur eisini alivinnan sligið røtur. Í Skálavík ger Bakkafrost eina smoltstøð, og á Sandsvág liggja aliringar hjá P/F Mowi. Virksemi hjá Mowi fevnir um øll framleiðslustig av aldum laksi frá rognum til sølu av kruvdum laksi.
Felagið hevur seinastu 5 árini gjørt íløgur fyri áleið 170 mió.kr. í bygningar og útgerð, og í 2021 rindaði felagið ti almenna m.a. 21,7 mió. kr. í tøkugjaldi og 11,6 mió kr. í partafelagsskatti av teimum sløku 9.932 tonsunum av kruvdum laksi, sum tey áleið 77 starvsfólkini hjá felagnum framleiddu kring oyggjarnar.
Alt verður gangnýtt. og hugsandi er at bein, skræða og annar avskurður kann nýtast til bæði orku og tøð.
Sandoyggin er eitt El Dorado fyri matfrøði og matfrøi. Matkovin er á tremur við sjó- og moldgæti.
Við egnari framleiðslu av matvørum gerast Føroyar meiri fjøltáttaðar við mati, matmentan og meiri sjálvbjargnar.
Jú meiri sjálvbjargni, tess størri útlit fyri sjálvræði.
Krasnir gómar brellast eftir forkunnugum mati. Í hesum nýggja landbúnaði liggja stórir møguleikar, eisini tá ræður um at leska útlendskar gómar.
Grømetisborðið hjá Gutta í vakstrarhúsinum var so stórfingið, at tað mátti verið vert langa ferð higar hjá bæði føroyskum og útlendskum ferðafólki. 
Sjálvbjargni fremur sjálvræði.
Vel lista A. X við Fólkaflokkin tann 8. desember.
Grímur Sundstein, Fólkaflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund