Lýsing
Lýsing
Lýsing

Orðblindni í fólkaskúlanum

SKRIVAÐ: Súsanna Bertholdsen  |  01.12.2022 - 11:30 Lesarabrøv Politikkur

Sum orðblindalærari á Heilsuskúla Føroya og á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, so møti eg næmingum, sum stríðast við lágt sjálvsvirðið og kensluna av, at teir ikki eru góðir nokk, tí teir ikki hava fingið røttu hjálpina rættstundis í fólkaskúlanum. 

Orðblindni í fólkaskúlanum

Sum orðblindalærari á Heilsuskúla Føroya og á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, so møti eg næmingum, sum stríðast við lágt sjálvsvirðið og kensluna av, at teir ikki eru góðir nokk, tí teir ikki hava fingið røttu hjálpina rættstundis í fólkaskúlanum. 

Hetta er ikki ein kritikkur av dugnaligu lærarunum í fólkaskúlanum, men ein kritikkur av væntandi raðfesting hjá myndugleikunum, tí játtanin er ov lítil til orðblindaøkið.

Eg vil arbeiða fyri, at fleiri tímar verða settir av í yngru flokkunum, so næmingar við orðblindni fáa røttu hjálpina tíðliga.

Eg vil arbeiða fyri, at orðblindalæraraútbúgving verður sett í verk aftur, so allir fólkaskúlar hava orðblindalærara. Eg tók mína eftirútbúgving sum orðblindalærari í 2012 og síðani hevur útbúgvingin ikki verið boðin út.

Tøkniliga menningin er stór innan orðblindni og má raðfestast, so tøknin kann stuðla næmingum í at mennast fakliga og gerast so sjálstøðugir sum gjørligt.

Hetta snýr seg snøgt sagt um skilagóða raðfesting, sum vit spara aftur í álvarsligum avleiðingum seinni í lívinum hjá næmingum við orðblindni.

 

Súsanna Bertholdsen, valevni fyri Javnaðarflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…