Lýsing
Lýsing

TÓNLEIKURIN BETRI SØMDIR

SKRIVAÐ: Ólavur Larsen  |  01.12.2022 - 12:45 Lesarabrøv Politikkur

Vit eiga nógvar sera dugnaligar tónleikarar í Føroyum, vit eiga nógv góð spælistøð og føroyingar dáma væl at fara á konsert, men alíkavæl eru alt ov fáar konsertir kring landið. Hvussu ber tað til og fáa vit gjørt nakað við hetta politiskt? Mítt svar er ja, men tú kanst sjálv/ur gera tær eina meting, tá tú hevur lisið hetta lesarabrævið.

TÓNLEIKURIN BETRI SØMDIR
 
Vit eiga nógvar sera dugnaligar tónleikarar í Føroyum, vit eiga nógv góð spælistøð og føroyingar dáma væl at fara á konsert, men alíkavæl eru alt ov fáar konsertir kring landið. Hvussu ber tað til og fáa vit gjørt nakað við hetta politiskt? Mítt svar er ja, men tú kanst sjálv/ur gera tær eina meting, tá tú hevur lisið hetta lesarabrævið.
 
NÓGVIR TÓNLEIKARAR, FÁ SPÆLISTØÐ
Sum eg longu havi skrivað longur uppi, so eiga vit nógvar sera dugnaligar tónleikarar í Føroyum. Fleiri av hesum eru fulltíðar tónleikarar og fleiri av hesum ferðast kring heimin við sínum tónleiki, so tann parturin fungerar væl. Har eru eisini fólk sum arbeiða við at útflyta okkara tónleik, so tað er ein vinna sum er væl skipa – tað kann allarhelst eisini blíva enn betri, men tað er ikki tað eg ætlaði at viðgera her. So hava vit tann bólkin av tónleikarum, sum ikki ferðast kring heimin og ikki hava tónleikin sum sítt yrki, men spæla tónleik fyri føroyskum áhoyrarum og møguliga onkuntíð spæla einkultar konsertir uttanlands. Hesir tónleikararnir hava ikki nóg nógvar pallar í Føroyum, tí tað eru ov fá spælistøð, sum skipa fyri konsertum kring landið. Vit hava nøkur fá støð, sum hava konsertir leypandi alt árið – og alt ov nógvar tónleikarar til hesi støðini. Tað er stór synd fyri tónleikararnar og tað er eisini stór synd, at vit ikki sleppa at hoyra allan hendan tónleikin beinleiðis á einum spælistaðið. Orsøkin til at splistøðini ikki hava konsertir er ikki tí tey ikki vilja, orsøkin er beinleiðis fíggjarlig. Spælistøðini vilja ikki skipa fyri konsertum fyri eina fasta samsýning til ein bólk ella einstakling, tí spælistaðið kann risikera at standa við einum undirskotið av konsertini. Eisini krevur tað rættuliga nógv at fyriskipa eina konsert, við fyrireikingum, lýsingum, seta starvsfólk o.s.fr. Tónleikararnir vilja heldur ikki brúka nógva tíð og orku uppá, at venja fram til eina konsert, sum møguliga ikki gevur nakra samsýning. Tað er eisini rættuliga ómotiverandi.
 
HVAT GERA VIT?
Vit standa við nógvum tónleikarum sum vilja spæla konsertir, vit standa við nógvum spælistøðum kring alt landið, sum gjarna vilja hýsa konsertum javnan, so vit hava eina avbjóðing sum gott kann loysast, tí tað er ein avbjóðing sum bert er fíggjarlig. Um vit gera eina skipan, har øll spælistøð í Føroyum kunnu søkja eftir peningi, sum bert fer til tónleikasamsýningar, so skal tað nokk fara at eydnast. Í Danmark hava tey eina “tarif” skipan, sum sigur beinleiðis hvør samsýningin skal verða til hvønn einstakan tónleikara, so søkja spælistøðini eftir X antal tariffum árliga og fáa hetta fíggja av einum grunni og av kommununum. So fáa hesi spælistøðini tónleikararnar inn í húsið at spæla fyri 0 kr, selja atgongumerki á X og alt koyrir. Tónleikararnir sleppa at spæla, konsertir eru javnan og allar konsertir geva yvirskot. Ein royndarskipan kann koyrast fyrst, har mann setir ein tarif prís á 2.000 kr. Síðani kunnu øll spælistøð søkja eftir X antal tariffum, um kommunan har spælistaðið er, kann stuðla við somu upphædd. Eitt dømi: Mentanarhúsið í Fuglafirði søkir eftir 100 tariffum í 2023, grunnurin letur 100 x 1.000 kr og Fuglafjarðar kommuna letur 100 x 1.000 kr. So hevur Mentanarhúsið í Fuglafirði tryggja sær samsýning til 100 tónleikarar ígjøgnum árið og kann gera konsertir javnan, har eingin av teimum gevur undirskot. Grunnurin kundi byrja við at havt 1 mió. kr árliga, sum verður lati út til spælistøð runt í øllum landinum.
 
1 mió. krónur høvdu gjørt, at tónleikararnir fingu nógvar spælingar yvir alt landið, spælistøðini fingu konsertir javnan og hetta hevði heilt vist havt eina synergi effekt, sum hevði skapt enn meir tónleik og enn meir upplivingar til okkum føroyingar. Í síðsta enda, hevði hetta allarhelst eisini skapt enn fleiri yrkistónleikarar og enn fleiri tónleikar, sum fara at ferðast kring heimin við sínum tónleiki.
 
Minnist tú til mín, so skal eg nokk minnast eg til tín!
 
Ólavur Larsen
Valevni hjá Javnaðarflokkinum   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald