Lýsing
Lýsing
Lýsing

 Lat tey fáa løn fyri at læra

SKRIVAÐ: Heðin Mortensen  |  01.12.2022 - 14:50 Lesarabrøv Politikkur

Hvussu innviklað kann tað vera at loysa starvsfólkatørvin innan Heilsuverkið? Tað er ikki ein spurningur, um ein skúli liggur í Suðuroy ella aðrastaðni. Tað er ein spurningur um, at fólk fáa løn fyri at læra, at næmingar fáa løn fyri at læra í arbeiðstíðini.

 Lat tey fáa løn fyri at læra
 
Hvussu innviklað kann tað vera at loysa starvsfólkatørvin innan Heilsuverkið? Tað er ikki ein spurningur, um ein skúli liggur í Suðuroy ella aðrastaðni. Tað er ein spurningur um, at fólk fáa løn fyri at læra, at næmingar fáa løn fyri at læra í arbeiðstíðini.
 
Vit kunnu als ikki liva við verandi støðu. Men vit kunnu heldur ikki tvinga fólk í skúla. Hvørki til Suðuroyar ella aðrastaðni. Og vit kunnu heldur ikki billa okkum inn, at vaksið fólk við stórum familjum skulu sita á skúlabonki uttan inntøkur í áravís.
 
Málið er einfalt og vit eiga at taka støðu til hetta beinanvegin. Øll við áhuga eiga at sleppa at læra í arbeiðstíð. Tað skal bera til at veita løn í lestrartíðini og at býta lestrartíðina upp í teori og praksis.
 
Tíðin er avmarkað. Serliga í heilsuverkinum. Tí eiga starvsfólkini at fáa meira tíð til menniskjuni, sum hava tørv á hjálp. Til umsorgan. Til nærveru. Og tað fáa tey ikki, um tey, ið skulu ansa teimum, sita á skúlabonki við studningi, ístaðin fyri at læra í arbeiðstíðini og t.d. taka teoriina sum fjarlestur.
 
Verandi skipan er ein forðan fyri góðari tænastu. Vit skulu broyta skipanirnar, so tær passa til menniskjuni. Ikki øvut. Tí heilsuverkið snýr seg um at seta menniskju fram um skipanir.
 
Heðin Mortensen
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør