Lýsing
Lýsing
Ryan Cooper og American Prospect brúka hesa myndina til at breiða boðskapin um, at Føroyar eru heimsins javnasta land við heimsins bestu skattaskipan, út.. | Mynd: The American Prospect.

Heimsins javnasta land við heimsins bestu skattaskipan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.12.2022 - 17:39 Politikkur Tíðindi

Føroyar eru tað longu landið í heiminum, ið hevur minst av ójavna. Somuleiðis hava vit heimsins bestu skattaskipan, og hartil eitt metlágt arbeiðsloysi. Tí kunnu onnur lond hava Føroyar sum fyrimynd, treytað av, at politikararnir ikki fara inn og pilka við okkara skipan. Hetta verður staðfest í eini umfatandi grein í The American Prospect, har Føroyar verða sagdar at vera fyrimyndarligar, tá tað kemur til búskap, skattaskipan og vantandi ójavna.

Gløgt er gestsins eyga, sigst, og orðini omanfyri eigur Ryan Cooper frá The American Prospect. Hann hevur verið í Føroyum og tosað við Eyðun Mørkøre, stjóra á Taks, og Dianu Gilstón, samskiftisleiðara á Taks. Tað, sum ger ta føroysku skattaskipanina til heimsins bestu, er sambært teimum einfaldnið í henni. Orðarætt sigur Eyðun Mørkøre við Ryan Cooper: ““If the politicians are trying to make some changes … I try to defend my tax system. ‘Don’t do it that way, do it another way”. Best er sostatt, at okkara skattaskipan verður verandi, sum hon er.

Tá ið tað kemur til munin millum láglønt og hálønt í Føroyum, so eru vit heimsmeistarar. Við einum GINI-tali upp á 0,21 er so at siga ongin ójavni í Føroyum. Vit eru í øllum førum so nær við als ongan ójavna at hava, sum tað ber til. GINI-talið sigur, at 0 er fullkomin javni, og við einum GINI-tali uppá 1 fær ein einstakur persónur allar inntøkurnar í tí landinum. Ryan Cooper nevnir, at GINI-talið í USA er 0,49, ið er sera stórur ójavni.

Eisini kemur Ryan Cooper inn á arbeiðsloysið í Føroyum, og tað er minkað sera skjótt. Í 2015 komu vit undir 4% arbeiðsloysi og hava hildið tað har síðani. Síðani 2019 hevur tað verið lægri enn 2%, og í dag er tað metlágt við einans at vera 0,5%.

Tað, sum ger okkara skattaskipan so góða, er sum nevnt tað einfalda í henni. Har eru sera fáir frádráttir, og teir, sum eru, t.d. barnafrádrátturin, verða roknaðir automatiskt. Talan er ikki um frádráttir, sum eru kendir úr eitt nú USA, har tað er neyðugt at søkja um teir so hvørt. Vit hava tó einstakar tílíkar frádráttir sum eitt nú endurgjald fyri ferðaútreiðslur, men tílíkir eru ikki mangir í tali. Umsitingararbeiðið er tí lutfalsliga lítið í Føroyum.

Eisini hevur Cooper tosað við stjóran fyri Landsbanka Føroya og har er tað serliga innistandandi í Landsbankanum, ið ger Cooper positivt bilsnan. At vit til eina og hvørja tíð, undantikið í kreppustøðum, tá neyðugt er at brúka av tí, hava 15% av BTÚ standandi í Landsbankum, er nakað, sum Cooper mælir amerikonskum politikarum at hyggja at læra av.

Greinin hjá Ryan Cooper er drúgv, men  hálovanin av Føroyum og føroysku skattaskipanini, arbeiðsloysismarknaðinum og vantandi ójavnanum í Føroyum ger hana avgjørt vera at lesa hjá øllum, kanska fyrst og fremst hjá politikarum.

Greinin kann lesast í fullum líki her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald