Lýsing
Lýsing
Fólkaflokkurin fer til løgtingsval við herrópinum "Áræði. Ágrýtni. Ábyrgd." | Mynd: Fólkaflokkurin.

Hetta vil Fólkaflokkurin á Løgtingi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.12.2022 - 18:38 Politikkur Tíðindi

Eftir at vera komin í eitt satt ódnarveður, sum ikki hevur sæð sín líka í yvir 20 ár, hevur Fólkaflokkurin at síggja til funnið balansuna aftur og fer til val við eini greiðari valskrá og einum nýggjum formanni.

Fólkaflokkurin vil ikki, at nakar við miðalinntøku skal gjalda meira enn 30% í skatti. Lesandi og lærlingar skulu kunna tjena upp til 85.000 krónur skattafrítt um árið, og kommunurnar skulu eisini fáa heimild til at hækka sín botnfrádrátt, um tær vilja tað, skrivar Fólkaflokkurin millum annað í síni valskrá.

Hvat viðvíkir arbeiðsmarknaðarpolitikki, vinnu og búskapi, so ynskir Fólkaflokkurin, at føroyingar skulu verða javnsettir við útlendingar, tá ið tað kemur til kor. Uttan at tað stendur beinleiðis í valskránni, so er hetta helst eitt skot til teirra, ið gjørdu FastTrack-skipanina og karmarnar rundan um hana. Har ynskti man eina áseting, ið segði, útlendingar skulu hava trygd fyri 40 arbeiðstímum hvørja viku, meðan ongin tílík áseting skuldi galda fyri føroysk starvsfólk.  Tað vil Fólkaflokkurin nú gera okkurt við.

Fiskivinnan er í eini serstøðu í valskránni hjá Fólkaflokkinum, og har ynskir flokkurin, at galdandi tryggu karmarnir skulu halda fram, og at fiskiloyvi skulu hava eina uppsagnartíð upp á í minsta lagi 12 ár.

Fólkaflokkurin vil veita rentustuðul til bústaðaruppsparing hjá ungum fólki, og so vil flokkurin eisini hava, at peningurin til barnaansing skal fylgja barninum. Foreldur skulu somuleiðis kunna skipa sær barsilin, sum tey vilja, stendur tað til Fólkaflokkin. Hartil skal hámarkið á barsils-útgjaldinum hækkast, og tað sama skal barnafrádrátturin. Og so kemur eitt stórmál: Fólkaflokkurin ynskir, at sethúsabygging skal frítakast fyri MVG.

Á sjúkrahúsøkinum ynskir Fólkaflokkurin at styrkja øll trý sjúkrahúsini í landinum – Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið. Ítøkiliga nevnir Fólkaflokkurin eisini eina Sálarliga Skaðastovu; hetta sama hevur Sambandsflokkurin við Kaj Leo Johannesen lovað skal byrja longu í 2023. Fólkaflokkurin setur tó onga tíðarfesting á.

Fólkaflokkurin lovar ungum undir 18 ár at fáa útbúgvingarstuðul; nakað, sum var í gildi fyrr, men sum varð avtikið um aldarskiftið. Útbúgvingarstuðulin skal eisini vera hægri enn í dag. Á skúlaøkinum ynskir Fólkaflokkurin eisini, at næmingar í Fólkaskúlanum skulu kunna taka trygdarskeið har.  

Hvat viðvíkir altjóða viðurskiftum, so ynskir Fólkaflokkurin at vera ein virkin partur av NATO og Vesturheiminum, men ikki at vera partur av ES. Fólkaflokkurin  vil tó gjarna samstarva við ES, stendur í valskránni. Hinvegin vil Fólkaflokkurin fegin, at Føroyar gerast sjálvstøðugur limur í WTO, stendur at enda í valskránni.

Øll valskráin hjá Fólkaflokkinum kann takast niður her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…