Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mathias Rosenørn: Takk til býin og viðhaldsfólkini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  04.12.2022 - 13:05 Ítrottur Tíðindi

Nú er endaliga greitt, at KÍ-málverjin síðstu tvey árini, Mathias Rosenørn, ikki heldur fram í KÍ í 2023.

Tað hevur ligið í kortunum í eina tíð og nú er tað endaligt. Danski málverjin hjá KÍ, sum í tvey fylgjandi ár hevur sett met fyri fæst mál ígjøgnum í føroyskum fótbólti í 27 umførum, heldur ikki fram í Klaksvík. Hann er sera takksamur fyri tíðina.

- Eg havi verði bilsin og takksamur av øllunum stuðlunum til liðið og ikki minst til mín persónliga og til mína familju. Klaksvík er nakað heilt serligt og vil altíð hava eitt pláss í mínum hjarta. So eg vil bara siga frá hjartanum takk til býin og viðhaldsfólkini hjá KÍ, sigur Mathias Rosenørn við Norðlýsið.

Við Mathias Rosenørn setti KÍ í 2021 met fyri fæst mál ígjøgnum (12) í landskappingini. Tá spældi Mathias 22 dystir og lat 11 mál ígjøgnum. Hetta met bleiv tikið í stórum stíli í ár, tá Mathias í sínum 27 dystum bara lat 7 mál inn.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld