Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fiskurin í Barentshavinum fer framvegis at verða fiskaður og seldur á somu marknaðum sum í dag, um føroyingar strika fiskiveiðusamstarvið við Russland. Eitt tílíkt revsitiltak hevði tí als ongan mun gjørt fyri kríggið í Ukraina, einans tikið livibreyðið frá mongum føroyskum familjum. | Mynd: Polfoto

At revsa føroyingar fyri kríggið hjá Putin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.12.2022 - 23:49 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað er bæði rætt og neyðugt at taka etiska og moralska kjakið um, hvørt Føroyar eiga at hava eina fiskiveiðuavtalu við Russland ella ikki. Tað kjakið er fyri politikaranna viðkomandi sett á pausu, nú løgtingsvalið er, og verður bæði væntandi og vónandi tikið upp aftur, tá ið vit hava mannað teir 33 sessirnar av nýggjum. Men tá eigur ein vinkul at verða tikin við, sum hevur fingið alt ov lítla umrøðu. Hann er spurningurin um, hvønn vit vilja raka.

Gevast vit føroyingar við at fiska í Barentshavinum, hvat hendir so? Verða russarar tá verri fyri á hermótunum í Ukraina? Nei. Tað, sum hendir, er, at russarar sjálvir fiska fiskin í staðin. Teir kunnu so avreiða fiskin í Noregi – ið hevur fiskiveiðuavtalu við Russland – ið síðani selur fiskin á europeisku marknaðunum. Tað vil siga, at í staðin fyri at europearar fáa fiskin frá føroyskum fiskiskipum, fáa teir hann frá russarum í staðin. Hvat er tá vunnið?

Við at nokta at endurnýggja fiskiveiðuavtaluna við Russland høvdu vit sostatt rakt okkara egna vinnulív og okkara egnu borgarar meint, við nøkrum, sum onga nyttu hevði gjørt í Ukraina-krígnum yvirhøvur.

Fiskurin, sum føroysku skipini fiska í Barentshavinum í dag, er als ikki fevndur av nøkrum stongsli. Tí kunnu russisk, norsk ella fyri tann saks skuld grønlendsk, um tað skal vera, skip fiska hann og selja hann á akkurát somu marknaðum, sum føroysku skipini selja hann til í dag. Og tað fer at vera veruleiki, um nývalda Løgtingið avger ikki at endurnýggja fiskiveiðuavtaluna við Russland. Fiskurin kemur framvegis fram til sama marknað; tað verður bara onkur annar enn føroyingar, ið forvinnur uppá hann.  

Revsitiltøkini, sum ES og lond í Europa annars hava sett í verk, eru gjørd á ein hátt, at har borgararnir í ES sjálvum verða harðari raktir enn russar, er stongsil ikki settur í verk. Sostatt selur Russland framvegis risastórar nøgdir av gassi til Týskland, Ungarn og onnur, og Danmark keypir eisini russiskt gass umvegis Týskland. Tilsamans stendur Russland fyri umleið av einum fjórðingi av tí gassinum, sum ES-londini forbrúka. Og ES-londini hava ikki stongt fyri tí, nettupp tí ein stongsil vildi rakt teirra egnu borgarar nógv meinari enn hvat tað vildi rakt Russland.

Tað er í teimum banunum, at eisini Føroyar mugu hugsa. Skulu vit veruliga seta ein stongsil í verk, sum ger risastór inntriv í gerandisdagin og tekur livibreyðið frá nøkrum hundrað familjum, men sum ongan mun ger fyri russiska krígsinnsatsin? So pína vit okkara egnu borgarar til onga nyttu. ES dugir væl at síggja tað, tí hevur ES eisini gjørt undantøk frá revsitiltøkunum, har tey raka sínar egnu borgarar meira meint enn Russland.

Tá tað kemur til revsitiltøk móti Russlandi, so hugsa øll onnur lond – herundir alt ES og eisini Noreg – at revsitiltøkini skulu vera soleiðis háttað, at tey raka førleikan hjá Russlandi at føra kríggj í Ukraina mest møguligt, og egnar borgarar minst møguligt. Tí hevur ES gjørt undantøk fyri m.a. matvørum, og tí hevur Noreg gjørt fiskiveiðuavtalu við Russland. At strikað okkara fiskiveiðiavtalu við Russland hevði verið at gjørt tað øvugta. Tað hevði rakt okkara egnu borgarar sera meint uttan í heila tikið at skalað russisku krígsmaskinuna.

Tá hesin spurningurin verður tikin upp aftur eftir valið, mugu okkara kosnu umboð hugsa seg væl um, og so gera upp við seg sjálvi, um tey vilja revsa sínar egnu borgarar fyri kríggið í Ukraina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði