Lýsing
Lýsing

Gevið fólkinum álit!

SKRIVAÐ: Andrias Jacobsen  |  07.12.2022 - 14:00 Lesarabrøv Politikkur

Hví skulu politikkarir, 17 av 33, ráða fyri, hvat vit, fjøldin, halda er rætt og rangt?

Gevið fólkinum álit!

Hví skulu politikkarir, 17 av 33, ráða fyri, hvat vit, fjøldin, halda er rætt og rangt?

Hví skulu 17 fólk, sum hvør hevur 1000 hugsanir um 1000 ymisk mál, ráða fyri, hvat vit fara at halda verða rætt um trý ár, tá heimssamfelagið og okkara egna samfelag hevur flutt seg fleiri fjórðingar við kós inn í framtíðina?

Vita løgtingsfólkini í dag, hvat vit fara at halda um eitthvørt etiskt mál um trý ár?

Um eg velji Rutt Vang (Framsókn) í dag – sum sigur seg verða ímóti, at 55.000 fólk sleppa at ráða umvegis beinleiðis fólkaræði – veit hon so at siga, hvat vit, fjøldin, fer at halda um roykibann á almennum arbeiðsplássum í 2025? Hvussu við deyðshjálp?

Dugir Rutt Vang at skyna á, hvat allir hennara veljarar, 265 fólk, halda um øll etisk mál um trý ár? Veit hon, hvat veljararnir hjá hinum 16 samgongulimunum frara at halda?

Nei, Rutt, tað er ikki politisk ábyrgd, men politiskt skilaloysi og avlagan av politiskum skynsemi og fólksins vilja.

Politiskt ábyrgd er at hugsa seg um, tí vit skulu hugsa okkum til eitt betri samfelag, og tað betra samfelagið er tryggjað umvegis fólkaatkvøðu um etisk mál.

 

Vit mugu skilja fólkaatkvøðu um etisk mál og løgtingsval frá hvørjum øðrum, tí hetta er hvør sítt

Nú vit fara á val, eru tað helst mangir føroyingar, sum seta sín kross við eitt valevni vegna sjónarmið valevnis til eitt ella tvey etiskt mál.

Veljarin kann nú velja ímillum skilagóðan og haldførispolitikk, ella okkurt etiskt mál, sum enn trætnaður er um. Sjálvandi kann samanhangur verða millum skilagóðan politikk og eitt etiskt mál, men tað er vandi fyri, at veljarar velja vegna etiska sannføring – ikki vegna landsins trygdar- og fíggjarpolitikk.


Samgonga í tvíningar

Síðsta samgonga, har 2 tingfólk ráddu fyri borgum og etikkini, sum slóðaði fyri liviháttinum hjá 55.000 føroyingar, fór til endans í tvíningar – er tað góður og skynsamur politikkur?

Tað endaði við, at etiska málið um sammøður sindraði samgonguna – eitt mál, sum heilt vist kundi verið avgreitt umvegis fólkaatkvøðu og ongum politiskum ruðuleika, sum ofta vendur politiska landslagið á høvdið.


Um eitthvørt óvæntað etiskt mál stingur seg upp, sum ketta úr høvdatrog, standa politikkarir helst aftur sum ryssa yvir deyðum fili. Soleiðis hevur leingið verið, og um ikki vit hugsa okkum úr støðuni og royna nakað nýtt og skilagott, verður hetta framhaldandi óbroytt.

Onnur lond, millum annað Sveis, hava roynt fólkaatkvøðuna; og hon roynist væl.

 

Avgerandi fíggjarpolitikkur og politikkarans ábyrgd

Etisk mál ávirka ikki landsins fíggjarpolitikk, og landsins fíggjarpolitikkur EIGUR og SKAL verða politikkarans ábyrgd. Hendan ábyrgdin er neyðug, tí fara vit, fjøldin, til fólkaatkvøðu og atkvøða ja til alt ov nógv fíggjarlig tung mál, kann landskassi og alt annað fella í órøkt.

Fíggjarpolitikkur skal verða skipaður og í samsvari við landskassans gjaldføri/fíggjarorku.

 

Etisk mál, ið eru tengd at fíggjarstýring landsins

Vit øll skulu ráða, tá tað ber til, men tá umræður landsins fíggjarstýring, skulu politikkarir gera av, hvat verður. Fíggjarpolitikkur er løgtingsins fremsta uppgáva. Um vit stinga út í kortið, at øll politisk mál skulu leggjast til fólkaatkvøðu, fór fíggarstýringin í landinum skjótt í sorl, og tað sama við haldføri landskassans.

Eittnú er kríggi í Ukraina dømi um, at nú mugu politikkarir taka álvarsamar avgerðir. Tað skulu takast fíggjarlig atlit, og slíkt mál hevur beinleiðis ávirkan á landskassan.

 

1/3 av løgtinginum og borgarauppskot

Um 11 løgtingsfólk vilja leggja etiskt mál til fólkaatkvøðu, skal hetta fáast til fólkaatkvøðu.

Borgarar skulu kunna savna inn undirskriftir um etiskt mál, sum skuldi til fólkaatkvøðu. Eitt hugsa tal av undirskriftum kundi verið 2.500 undirskriftir, ella 5.000?

Vit mugu tó leggja lunnar undir, at slíkar fólkaatkvøður ikki órógva tingarbeiði ov nógv. Um órógv kann standast av fólkaatkvøðu, kann hugsast, at andstøður gera sær dælt av fólkaatkvøðum sum skeiklandi órógvanaramboð í sínum politiska stríði móti samgongu.

Uttan at hava endaligt boð um, hvussu fólkaatkvøðan skal tilrættisleggjast og kjølfestast, kann tað hugsast, at fólkaatkvøða skal haldast einaferð árliga; um nakað mál verður umbiðið til fólkaatkvøðu Eisini skal fólkaatkvøðan ávirka tingarbeiði sum minst – sí niðasta tekstabrotið.

 

Tíðaravmarkað enduratkvøða fyri samtykt mál

Etisk mál, sum verða samtykt, skulu ikki koma fyri á fólkaatkvøðu fyrr enn í minsta lagi tvey ár eftir samtykt. Hetta fyri at tryggja, at sama etiska málið ikki verður lagt til fólkaatkvøðu hvørt ár.

Mál til fólkaatkvøðu skulu verða fyrireikað í minsta lagi 6 mánaðir, áðfrenn atkvøðast skal. Hetta fyri at forða, at mál, sum orsaka av framviðfarandi ráki, skulu skundast ígjøgnum umvegis fólkaatkvøðu.

Upplýsingar- og fyrireikingargrundarlagið skal verða í lagi, tí er tað skilagott, at 6 mánaðir líða, áðrenn málið kann samtykjast. Hetta gevur flokkunum og løgtingsfólkum møguleika til at viðgerða og lýsa málið fyri fjøldini.

 

Etiska ráðið til handa í fyrireikingararbeiðinum?

EIsini kunnu politiskt óheftar nevndir setast at gera grundleggjandi kanningar av málinum – kanska kundi Etiska Ráðið fyriskipað slíkt fyrireikingararbeiði?

 

Við sjálvstýriskvøðum

Andrias Jacobsen – valevni fyri Sjálvstýrisflokkin
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…