Lýsing
Lýsing

HVØR SKAL GJALDA?

SKRIVAÐ: Bill Justinussen  |  07.12.2022 - 15:00 Lesarabrøv Politikkur

Tað er mest setti spurningurin til hvørt einasta val. Hvør skal gjalda alt tað, sum politikkararnir ætla at gera. Miðflokkurin hevur nøkur ítøkilig boð uppá, hvussu vit lætta um gerandisdagin hjá sperdum familjum og einstaklingum. Og fjølmiðlarnir spyrja, hvør skal gjalda.

HVØR SKAL GJALDA?
Tað er mest setti spurningurin til hvørt einasta val. Hvør skal gjalda alt tað, sum politikkararnir ætla at gera. Miðflokkurin hevur nøkur ítøkilig boð uppá, hvussu vit lætta um gerandisdagin hjá sperdum familjum og einstaklingum. Og fjølmiðlarnir spyrja, hvør skal gjalda.
Tað er als ikki trupult at svara. Og her er mítt svar:
Í 2019 vóru landskassans inntøkur 5,853 mia kr. Í 2023 verða landskassans inntøkur 6,770 mia kr. Vøksturin hesi 4 árini er sostatt 917 mió. kr. ella 229 mió. um árið. Hvørt ár hava vit annars mett inntøkurnar ov lágt og tí verður vøksturin helst størri fyri komandi ár.
2022 er metár fyri løgur. Samantalt koma løgurnar at tátta í umleið 800 mió. kr. Hetta er munandi meiri, enn fíggjarlógin segði. Men av tí at løgur hjá landinum eru truplar at stýra neyvt yvir ársskifti, verða stórar løgujáttanir støðlaðar. Tað merkir, at pengar, sum eru játtaðir í einum ári, kunnu flytast til næsta ár. Tað er orsøkin til, at løgurnar eru methøgar í ár.
Tað verða ikki brúktar 800 mió. kr. í løgum í 2023. Sambært fíggjarlógaruppskotinum verða tær góðar 600 mió. kr. Samanborið við fíggjarlógina fyri 2022 verða sostatt 2-300 mió. meiri at ráða yvir til annað í 2023.
Pengarnir til lættarnar, sum Miðflokkurin ynskir at veita, eru longu tøkir í verandi inntøkum landskassans. Tí er ikki neyðugt at leita eftir nýggjum inntøkum og skattum til landskassan. Tað týdningarmesta í einum landsbúskapi er at halda peningaumferðini uppi. At halda virkseminum uppi. At lata vinnuna sleppa at vaksa og gera meiri og fleiri íløgur. Tað modellið gevur mest pengar í landskassan og tað modellið er grundarlagið undir okkara vælferðartænastum. Tann vegin kunnu vit enntá fara so langt sum seriøst at viðgera spurningin um 37 tímar arbeiðsviku.
Men fer ein komandi samgonga at taka 300 milliónir meir frá alivinnuni, kemur hon at mangla minst 500 milliónir, sum í dag liggja eftir í landskassanum frá alivinnuni.


Bill Justinussen
Valevni fyri Miðflokkin
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin