Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyingar, ið arbeiða uttanlands, skulu sleppa undan dupultskatti.

SKRIVAÐ: Grímur Sundstein  |  07.12.2022 - 18:15 Lesarabrøv Politikkur

Eins og onnur oyggjasamfeløg, hava Føroyar notið gott av okkara flytiføri. Hvønn morgun leggja Smyril, Teistin, Ternan o.o. skip at kai við arbeiðsfúsari arbeiðsmegi.

Føroyingar, ið arbeiða uttanlands, skulu sleppa undan dupultskatti.
 
Eins og onnur oyggjasamfeløg, hava Føroyar notið gott av okkara flytiføri. Hvønn morgun leggja Smyril, Teistin, Ternan o.o. skip at kai við arbeiðsfúsari arbeiðsmegi.
 
Men føroyingar eru ikki bert flytiførir innanoyggja. Sum útflutningsvøra er føroysk arbeiðsmegi eftirspurd um allan heim.
 
Føroyingar hava søguliga sæð verið ein global arbeiðsfjøld.
 
Tá kreppur hava leikað harðast á, hava føroyingar lættliga funnið arbeiði uttanlands og hildið hjólunum í gongd her heima við nýggjum kapitali, sum verður sprændur beint inn í føroyska búskapin.
 
Hóast stóra ferðahugin hava mong valt at verða búgvandi í Føroyum.
 
Føroyingar, sum velja at búgva í Føroyum, og sum arbeiða uttanlands, eru eitt risa aktiv og ein vinningur fyri alt samfelagið.
 
Hetta eru íðin fólk, ið ikki smæðast burtur í at taka hond í arbeiði her heima ímillum arbeiðir uttanlands.
 
Tey, sum arbeiða uttanlands, vita flest, at áðrenn lønin verður útgoldin, skulu skattur og sosialgjøld avroknast uttanlands.
 
Men bíðar teimum tíverri oftast eisini ein skattarokning heima í Føroyum av somu løn.
 
Føroyar, eins og onnur lond, vilja ikki hava fremmanda arbeiðismegi inn í landið, uttan at hava trygd fyri, at hesi lata nakrar skattakrónur liggja eftir.
 
Meðan vit í Føroyum tvíhalda um 42% skatt, umframt sosialgjøld, av arbeiðslønini hjá útlendingunum, sum koma higar at arbeiða, so er umheimurin heldur lagaligari við sína útlendsku (føroysku)arbeiðsmegi.
 
Felags fyri fremmanda arbeiðsmegina er, at eftir at skattur o.a. eru latin keisararnum, verður forbrúkið oftast sett í umferð í heimlandinum.
 
Summi hava á orði, at hesi ikki rinda skatt, men tað gera tey og ofta fleiri ferðir. Afturat skatti verður eisini goldið til bæði eftirløn og sosiala trygd uttanlands.
 
Sum dømi kann nevnast gjald til Heilsutrygd.
 
Føroyingar til arbeiðis í t.d. Noreg, eru sum útgangstøði fevndir av norskari ‘Folketrygd’, og hava tí skyldu at rinda sosial gjøld í Noreg.
 
Tó verða tey kortini kravd at rinda gjald til Heilsutrygd í Føroyum, hóast norska Folketrygden dekkar allar útreiðslur til vitjanir hjá t.d. kommunulækna her í Føroyum. ‘
 
Hesi sleppa at rinda dupult gjald fyri eina útreiðslu, sum Heislutrygd tvíheldur um at sleppa at krevja inn og rinda, tá ið rokningin ístaðin kundi verði send víðari til norsku Folketrygden, sum ásett í norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd.
 
Við veranda skattaherferð er skjótt neyðugt hjá hesum bólki av okkara landsmonnum at hava pengar við til arbeiðis fyri at kunna rinda allan skattin.
 
Tað vil Fólkaflokkurin ikki. Ongin skal rinda dupult, hvørki skatt, eftirløn ella sosial gjøld.
 
Vit hava tó tikið eitt stig á leiðini:
 
Við tvískattasáttmálum loysa vit nakrar av hesum trupulleikum.
 
Men føroyingar ferðast víða, og tí er neyðugt við fleiri tvískatta- og við sáttmálum um sosiala trygd v.m. fyri at skipa karmarnar hjá teimum føroyingum, ið arbeiða uttanlands.
 
Ongin skal rinda dupultan skatt ella gjøld, heldur ikki tey, sum arbeiða uttanlands.
Set X við lista A.
Grímur Sundstein, Fólkaflokkurin
 
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund